Skála vann stórt

Skála, TB og Undrið FF hava seg víðari úr innleiðandi umfarinum í kappingini um løgmanssteypið. Fimm mál á muni

Skála vann við fimm málum, tá Royn var á vitjan seinnapartin. Úrslitið varð 7-2. Hálvleiksstøðan var 4-1.

Jákup Johansen og Erland Berg Danielsen skutu tvey mál fyri heimaliðið, og Jóhannus Mikkelsen og Martin Olsen, sum spældi við Víkingi í fjør, fingu hvør sítt. Bjarni á Hólalagi og Jónar Holm skutu málini hjá hvalbingum.

 

Uppiborin sigur

TB vann 2-0 á FF Giza. Málini komu fyri steðgin. Rógvi Joensen og Tórur Mortensen, umvegis brotsspark, vóru málskjúttarnir. Hetta var fyrstu ferð, at tvøramenn spældu heimadyst á grasvøllinum í Hvalba.

 

Undrið FF vann 6-0 á MB.

 

Fyrsta umfar verður næsta vikuskiftið. Dystarskráin er hendan:

 

B68 ? FC Hoyvík

HB ? Víkingur

Undrið ? KÍ

NSÍ ? B71

07 Vestur ? FC Suðurpy

ÍF ? Skála

B36 ? EB/Streymur

AB ? TB