Kuldin merkist á kroppunum á einstøku áskoðarunum. Sigarettlukturin hongur tungur í luftini um vøllin. Tað er bítandi kalt undir Mýruhjalla, har fólk, hóast væl ílætin, blása í hendurnar í royndini at fáa hita í seg. Men við eitt hitnar hjartað á skálamonnum. Rúni Gaardbo floytar fyri seinastu ferð. Seinastu løtuna hevur heimaliðið stríðst og strevast fyri at varðveita leiðsluna. Enn tá noyddist teir at verja fyri á málstrikuni. Klokkan nærkast 21, tá flestu armarnir í skýlinum peikaðu uppeftir. Trý kærkomin stig vóru komin í hús.
Skála fekk í gjár aftur samband við botnliðini. Teir appilsingulu av Skálarfjørðinum vunnu í undirhaldandi dysti við trimum málum móti tveimum á fuglfirðingum. Trý stig, sum koma sera væl við hjá John Petersen og hansara monnum, sum komandi vikurnar skulu berjast fyri sínum sæti í bestu deildini.
Obi á beinkinum
Á Skála frøast tey um tilgongdina av Jonhardi Fredriksberg, sum fyrr í summar vendi aftur í barndómsfelagið. Obele Okeke Onyebuchi mátti víkja, soleiðs, at Fredriksberg og Bogi Gregersen, sum árum royndust væl saman, aftur skuldu finna vegin til meskarnar. Og tað hilnaðist til fulnar.
Bogi Gregersen var tvífaldur málskjútti í dag. Eftir bara fýra minuttum tíðliga í dystinum vendi hann dystarmyndini. Hann javnaði fyrst, fyri síðan at leggja heimaliðið á odda. Tá vóru 12 minuttir leiktir.
Tað hevur verið so sum so við fótbóltinum hjá Helga L. Petersen seinastu árið. Í fjør var runavíkingur við í fyrireikingunum hjá B36, men hann noyddist vegna arbeiði at taka seg aftur. Í seinnu kappingarhálvu hjálpti hann fuglfirðingum við uppflytingini. Nú er hann aftur í Fuglafirði, eftir at hava spælt við Fram fyrr í ár, og í gjár skjeyt hann sítt fyrsta mál í bestu deildini í longri tíð. Framherjin við sermerkta ljósa hárinum var staddur áraka brotsteigarmarkið, tá hann smekkaði til. Hóast Predrag Markovic var í fullari longd, so var hann ov stuttur, og bólturin sat dygst við innarusíðuna av stongini. Tá vóru fimm minuttir leiktir.
Málmøguleikarnir
Leikliga var javnt. Bæði liðini søktu at málinum hjá mótstøðuni. Liðini gjørdu væl meira varin eftir bragdligu byrjanina á dystin, men møguleika vóru framvegis fyri fleiri málum.
Pætur Dam Jacobsen, liðformaður hjá Skála, røkti í gjár uppgávuna sum vongverji í høgru. Hetta var helst fyri at styrkja um verjupartin, nú Vali Miela var leikbannaður. Havnarmaðurin smæddist tó ikki burtur í framrættaða spælinum, og seinastu løtuna av fyrra hálvleiki var um reppið, at hann økti um leiðsluna. Eftir flott gjøgnumspæl royndi hann seg úr spískum, men bólturin tók í stólpan.
Sjúrður Djurhuus var eisini serstakliga nær við, tá seinna umfari var fáar minuttir gamalt. Bogi Gregersen legði bóltin fyri føturnir á honum eftir frísparksinnlegg, men vongurin sendi beint á Andras Gango.
Kanónkúlan
Tú kann ongantíð kenna teg tryggan í fótbólti. Tað kundu øll við vøllin í gjár staðfesta. Serliga Andras Gango, sum fullkomiliga tóktist hava tamarhald á støðuni, tá Skála ruddaði burtur av egnari hálvu við at senda langan bólt niðan móti brotsteiginum hjá fuglfirðingum. Málverjin fór púrasta skeivur at bóltinum, og bólturin fór hoppandi undir beinini. Gango var tó akkurát tann fyrri í kappingarenning um bóltin við Boga Gregersen.
Ein minutt seinni hevði Bartal Eliasen javnað fyri gestirnir. Verjuleikarnir smekkaði fríspark úr góðum 20 metrum upp undir nettakið. Ein sonn kanónkúla, sum var eitt av teimum flottaru málunum í ársins útgávu av Formuladeildini.
Sigursmálið kom miðskeiðis í seinna hálvleiki, tá Poul N. Poulsen, sum spældi í miðverjuni, sendi fríspark inn úr vinstru. Ótrýstur stýrdi Arnhold Berg í kassan til endaliga úrslitið 3-2.
Stríðið um niðurflyting er sera opið í løtuni. Við sigrinum vann Skála seg ájavnt við B71, sum bæði hava 14 stig. Tað eru trý minni enn B68 og KÍ, sum aftur hava trý minni enn ÍF.
Skála prógvaði í gjár, at teir avgjørt eru til reiðar til at taka seinasta takið. Fuglfirðingar kunnu framvegis draga andan lættliga, men neyðugt er við stigum komandi vikurnar, um teir ikki aftur skulu í niðurflytingarvanda.