Nú eiga vit at umhugsa spurningin at geva børnini vetrarferiu í eina viku. Tað halda løgtingsmenninir báðir, Helgi Abrahamsen úr Sambandsflokkinum, og Djóni Nolsøe Joensen úr Javnaðarflokkinum.
Løgtingið viðger spurningin um, hvussu fólkaskúlin skal skipast í framtíðini og í uppleggingum til orðaskiftiø verður staðfest, at ongi onnur børn í Norðurlondum hava so drúgt skúlaár, sum føroysk børn hava.
Føroyska børn ganga í skúla í 198 dagar um árið og tískil verður møguleikin nú nevndur at styttta skúlaárið niður í 193 dagar. Tó skulu lærarar framvegis verða til arbeiðis har teir sostatt hava eina viku til at eftirmeta farna skúlaár og til at fyrireiki næsta skúlaár.
Men Djóni Nolsøe Joensen og Helgi Abrahamsen ivast í, hvussu gagnligt tað er at geva børnunum eina viku í summarferiu afturat. Teir halda, at politiski myndugleikin eigur heldur at umhugsa at geva børnunum eina viku í vetrarferiu ístaðin.
Víst verður á, at nógv børn fara í skíðferiu, ella aðra feriu við foreldrunum kortini, so tey kunnu akkurát tað sama fáa eina skipaða feriu tá.
At summarferian er í juli og august, er partvís ein leivd frá gamlari tíð, tá ið ferian skuldi brúkast at hoyggja í, heldur Helgi Abrahamsen. Men nú verður ferian mest brúkt at ferðast í, hóast hásummar er í Føroyum, leggur hann afturat.
Men um veturin er nógv bíligari at ferðast, og í teirri myrku tíðina í januar hava børnini kanska meiri brúk fyri eini hvíld, enn tey hava brúk fyri at fáa eina viku afturat í summarferiu, heldur hann.
Djóni Nolsøe Joensen heldur, at tann myrka tíðin kann vera tung hjá øllum at koma ígjøgnum, og ein slík vetrarferia kundi verri eitt ljóspunkt at havt fyri framman, umframt at børn og foreldur fingu eitt høvi afturat vera vera saman.