Fleiri hundrað skúlagentur komu í gjár saman við gravstaðin hjá fyrrverandi irakska forsetanum Saddam Hussein, sum hevði fylt 71, var hann á lívi. Saddam var føddur í býnum Awja tann 28. apríl í 1937, og hóast hann er hataður víða um í heimlandinum og aðrastaðni, er hann framvegis nógv avhildin í landspartinum Salahuddin, haðani hann var ættaður. Skúlagenturnar, sum savnaðust við gravstað hansara í gjár, bóru eitt stórt skelti við orðunum "Vit fara ikki at gloyma teg, Saddam faðir". Tær flestu kystu gravstaðin og bóðu ilt yvir USA og George W. Bush, forseta. Ein av teimum, sum høvdu fyrireikað tiltakið í gjár, segði við tíðindafólk, at tiltakið skuldi minna irakar á tann frið, sum valdaði, tá Saddam ráddi fyri borgum.
-Børnini, sum vuksu upp, meðan hann sat við ræðið, kendu seg trygg. Tey kendu einki til dráp og harðskap, segði Faten Abdel Qader við tíðindafólkini.