Í seinastu viku tóku russar Skálaberg. Men nú er loysnin í eygsjón, ella tað hava russar í hvussu so er lovað.
– Russar tóku skipið inn, tí teir vildu kanna ymisk viðurskifti, og vit rokna við einum svari í dag ella í morgin, og tá kunnu vit síggja, hvat hendir, sigur Rógvi Reinert á fiskimálaráðnum.
Hann leggur afturat, at tað ikki ber til at siga, hvørja niðurstøðu russar koma til.
– Vit kunnu enn ikki siga, hvørja niðurstøðu russar koma til. Tað kann verða, at ongin sak verður, men tað kundi eisini hent, at okkurt annað fyriliggur, greiðir Rógvi Reinert frá.
Ymisk viðurskifti
Føroysku myndugleikarnir eru samdir við føroyska reiðarínum, at støðan tykist heldur undarlig, tí russar hava tosað um fleiri ymisk viðurskifti, sum ikki hava verið í lagið.
Ein spurningur er hvat skip hevur loyvi at fiska hvørja kvotu. Føroyska heildarkvotan er ikki veidd liðug, sum føroyskir myndugleikar síggja tað, meðan russar hefta seg við, at Skálaberg ikki hevur loyvi at veiða kvotuna hjá øðrum skipi, hóast hetta hevur verið vanlig mannagongd í nógv ár.
Ein annar spurningur er, at skiparin, sum er umborð á Skálabergi ikki stendur í skjølunum hjá russum. Til hetta vísa føroyskir myndugleikar og reiðaríið á, at føroyingar fleiri ferðir hava gjørt russar vart við, at teir vilja hava tveir á listarnar.
Triði spurningurin er, at Skálaberg bara hevur eitt avrit av fiskiloyvinum hjá skipinum. Og hetta viðgongur reiðarin.
– Tað hevur ongantíð verið ein trupulleiki fyrr, men fáa vit eina bót fyri tað, so rinda vit hana, sigur Hanus Hansen, sum viðgongur, at skipið kundi havt fingið eitt góðkend eintak av fiskiloyvinum fyrr í ár.
Hinvegin sigur reiðarin, at málið nú er drigið so mikið langt út, at tað kundi hent, at reiðaríið bara rindaði bótina óansæð, hvussu stór hon verður, fyri síðani at taka avleiðingarnar av tí aftaná.
– 15. desembur skal Skálaberg latast keyparunum eftir avtaluni, so hetta er ein keðilig støða, sigur Hanus Hansen.
Skilir russar
Sum støðan er, so sýnist trupulleikin frá føroyskari síðu vera, at russar ikki hava tosað saman.
– Tað kundi sæð út til, at ávís dokumentir, sum vit hava sent yvir til Russlands ikki er komin fram á røttum stað, og er tað soleiðis, so skilji eg væl at russiska fiskiveiðieftirlitið tekur yvir 600 tons í álvara. Men teir vita bara ikki, at alt er í lagið.
– Tað, sum vit klandrast um er óskiljandi, gleppur burtur úr Hanusi Hansen, sum vónar, at ein loysn kann finnast á málinum í dag ella í morgin.
Umborð á Skálabergi eru ikki fleiri boð komin, enn tað sum føroyskir myndugleikar og reiðarí kunnu upplýsa, og tá Sosialurin setti seg í samband við Skálaberg í morgun vísti skiparin bara til reiðaríið og føroyskar myndugleikar.