Flakatrolarin Skálaberg fór í gjárkvøldið at sigla heim eystaneftir við fullari last. Skálaberg hevur havt góðan fiskiskap í seinastuni. Teir fóru úr Føroyum 2. juli og hava fingið fulla last - 1.160 tons av flaki.
Hanus Hansen, reiðari, sigur við Norðlýsið, at veiðsan verður løgd upp í Norðhavnini í Ánunum, og Skálaberg fer aftur til fiskiskap beinanvegin, sigur hann.