Tað frættist frá hampiligum fiskiskapi hjá Skálabergi, sum í ein góðan mánað nú hevur roynt eftir kongafiski í Irmingarhavinum. Okkurt árið hevur roynst betri, men sum heild eru teir nøgdir við miðalveiðuna, sum higartil hevur verið á leið 15 tons um dagin.
Á japansk døgurðaborð
Rættiliga nógv skip eru á leiðini, har Skálaberg roynir í løtuni. Skipið roynir við flótitroli á 800-1000 metra dýpi, men sammett við árini frammanundan tykist minni fiskur at vera at fáa.
- Tað gongur kanska nakað spakuliga í løtuni, men enn er besta kongafiskatíðin eftir, so vit vóna framvegis at hava fylt skipið til Ólavsøku, sigur skiparin á Skálabergi, Róðin Biskopstø, sum eisini hevur góðar vónir um at fáa hampiliga prís fyri lastina. Í løtuni liggur prísurin á umleið 17-18 kr fyri kilo, men hetta kann skjótt broytast, og okkurt árið hevur prísurin verið heilt niðri á 10-11 kr.
- Fyrr varð nakað av kongafiskinum selt til Týskland, men nú verður so gott sum øll veiðan seld til Japan. Har verður kongafiskur mettur at vera rættiliga fínur matur, og japanar gera nógv burturúr fyri at fiskurin skal síggja serliga leskiligur út, tá hann verður borðreiddur, greiðir Róðin frá.
Ein japani er eisini við hendan túrin fyri at eygleiða hagreiðingina av fiskinum, og at góðskan er í lagi. Tað er millum annað sera týdningarmikið, at fiskurin hevur júst tann rætta reyðliga litin, sum japanar vilja hava. Tí verður fiskurin lagdur í ein antioxiderandi lút, so liturin verður so væl varveittur, sum gjørligt.
Sammett við túrarnar hjá Skálabergi eftir toski í Barentshavinum, stendst lítið arbeiði av kongafiskinum, sum bert verður avhøvdaður og frystur. Tí er manningartalið í løtuni eisini væl minni enn vanligt. Umframt japanan, eru 31 mans við Skálabergi í Irmingarhavinum hendan túrin.