Skúlablaðið fyri november 1999 tekur millum annað upp álitið um útbúgvingarpolitikk.
Forkvinnan í Føroya Lærarafelag vísir m.a. á, at álitið vísir á ymsar undirvísingar hættir og at sagt verður, at ?hetta fer at krevja, at pedagogiska leiðslan á skúlunum verður styrkt og fær betri sømdir?.
Forkvinnan, Elsa Birgitta Petersen vísir á, at her verður gloymt, at samstundis krevst, at næmingatalið í flokkunum verður lækkað munandi, at lærarar fáa tíð til ráðlegging og eisini fáa holla eftirútbúgving.
Hon metir at tað er óheppi, at t.d. lærarar ikki hava verið við í nevndini, ið skrivaði álitið, men at landsstýrismaðurin hevur sagt felagnum, at hetta er tí, at úrslitið skulda vera meira yvirordnað.
Forkvinnan sigur, at tað fellur í eyguni, at bert akademikarar hava sitið í nevndini.
Hetta hevur verið gott á mongum økjum, men vitanin um og lýsingin av fólkaskúlanum er ikki nøktandi, metir Elsa Birgitta Petersen m.a. í oddagreinini í Skúlablaðnum.