Jan Christiansen er hugtikin av verkætlanini um at byggja ein 7.000 fermetra stóran bygning á Skálatrøð til at hýsa skrivstovum handlum, eldraíbúðum og ørðum íbúðum.
? Vit skulu minnast til, at hetta liggur mitt í býnum, og nógvir havnarborgarar hava eina meining um hetta. Tí dámar mær væl, at fyrireikararnir longu nú hava skipað fyri einum tíðindafundi, soleiðis at æltanin kann leggjast fyri borgararnar beinanvegin, sigur Jan Christiansen.
Borgarstjórin heldur, at ætlanin er í tráð við byggiætlanina fyri økið, sum er ein partur av miðbýnum í Havn. Hann heldur somuleiðis, at tað er gott, um býurin kann verða klárur til stóra eftirspurningin, sum kann koma í kjalarvørrinum av eini oljuvinnu.
? Tá kunnu vit vænta eitt rættuligt »boom«, og tá ræður um, at býurin er fyrireikaður, so tann nógvi kapitalurin, ið tá kann væntast, ikki tekur ræði á øllum. Og gott er, um býurin tá er klárur við skrivstovuhølum við rætta kvalitetinum.
Jan Christiansen sigur, at býráðið ongar konkretar ætlanir hevur havt við økinum á Skálatrøð, síðani uppskotið um eldraíbúðir varð vrakað í 1989. Hann sigur eisini, at nógv trýst er á at fáa øki í miðbýnum ? bæði til skrivstovur og til íbúðir.
? Tað er í øllum førum óhugsandi at, at Skálatrøð verður liggjandi undir asfalti í allar ævir, sigur hann.
Teir, ið hava fyrireikað uppskotið um stóra, runda bygningin á Skálatrøð, hava samstundis bjóðað sær til at hjálpa kommuni við at útvega fleiri parkeringsøki í miðbýnum. M. a. mæla teir til, at parkeringsberghol verða sprongd, eitt nú í bergið undir Krákusteini við Eystaruvág. Men hevur býráðið slíkar ætlanir?
? Nei, tað hava vit ikki, sigur Jan Christiansen, sum kortini heldur tankan verða áhugaverdan. Hann vísir á frystitunlarnar í Fuglafirði, sum hava givið sera gott úrslit og hava verið lutvíst bíligir.