Skúlabygningur fyri eina góða miljón

Tofta skúli verður nú útbygdur við tveimum vanligum skúlastovum aftrat, umframt einari stovu til børn við serligum tørvi

Bygging

Í nøkur ár hevur Nes kommuna sett pening av á fíggjarætlanini til útbygging av skúlanum, men enn er ætlaða útbyggingin ikki sett í verk. Til tess at nøkta akutta tørvin á hølum, nú verandi skúli er vorðin ov trongur, letur kommunan nú byggja ein nýggjan skúlabygning syðst í skúlagarðinum.
Hetta er ein fyribilsloysn, og við í útbjóðingartreytunum er, at bygningurin skal kunna takast niðuraftur, um ella tá ið brúk ikki er fyri honum meira á skúlaøkinum.

Góð miljón

Tvey tilboð komu inn uppá byggingina, harav fyritøkan, Klement Petersen í Saltangará, hevði lægra boðið, sum er 1.062 miljónir krónur umframt meirvirðisgjald. Tilboðið hjá hinum bjóðaranum var umleið 60.000 hægri. Innbúgv er ikki við í tilboðunum.
Nýggi skúlabygningurin á Toftum er umleið 160 fermetrar stórur í einari hædd. Ein skúlastova er í hvørjum enda, og her er opið upp í tróðurið. Aftrat hesum báðum skúlastovunum, er ein stova til børn við serligum tørvi, teldurúm, lærarastova og wc?ir ? eisini til tey við serligum tørvi. Tað eru bert tær báðar vanligu skúlastovurnar sum hava opið tróður. Í restini av skúlabygninginum er vanligt loft.
Svend Olsen, timburmeistari í Gøtu, tekur sær av betong-og timburarbeiðinum, Hógv Handilsvirkið í Saltangará hevur hitan, Matthias Davidsen í Saltangará el, og at enda ger Jørleif Petersen í Fuglafirði gólv-og málaraarbeiðið.

Stutt byggitíð

Jan Danielsen, stjóri hjá Klement Petersen, sigur, at øll hesi arbeiðir umframt planerings-og kloakkarbeiði eru við í tilboðnum uppá góðu miljónina, sum boðið er.
- Tilboðini vórðu latin upp nakað eftir hálvan mai, og longu dagin eftir settu vit spakan í. Bygningurin verður liðugur hálvan august, tá ið skúlin byrjar aftur, sigur stjórin.
Ein rampa verður bygd, soleiðis at nýggi skúlabygningurin á Toftum verður lætt atkomiligur hjá eitt nú børnum við serligum tørvi.