Jacob Vestergaard
????
Setti meg við áhuga at lurta eftir orðaskiftinum í Løgtinginum týsdagin, tá málið um at byggja skúladepil í Suðuroynni, var til 1. viðgerð.
Landsstýrismaðurin hevði nógv góð argumentir fyri at byggja skúlarnar saman í ein skúladepil, argumentir sum øll kunnu vera samd í, men eg hoyrdi onki argument fyri, ikki eitt einasta eitt, hvørki frá landsstýrismanninum ella øðrum, hví skúladepilin skal byggjast í Hovi/ Porkeri og ikki í Vági, har økið er gjørt byggibygvi.
?Tilboðið? frá landsstýrinum var áhugavert, men trupulleikin við ?tilboðnum? er, at Vágs- og Tvøroyrar kommuna taka ikki undir við tí. Tað er greitt, at um tær størru kommunurnar ikki vilja vera við til at byggja eitt ellis-/røktarheim í Suðuroynni, verður onki heim bygt.
Hetta má ein fyrihalda seg til, antin ein er samdur ella ósamdur. Ætlanin hjá landsstýrinum við skúladepli í Hovi/Porkeri og ellis-/røktarheimi í Vági kann ikki setast í verk. Tí nyttar ikki at læsa seg fast-an, men finna eina loysn, sum í mest møguligan mun gongur landsstýrinum á møti. Ein slík loysn kundi verið tann sum Vág og Tvøroyri nú eru samd um.
Tað sum eg síggi fyri mær er, at um skúladeplin við lóg verður fluttur til Hovs/Porkeris, kemur útgrivnað økið á Vágseiði at standa sum ein vari um politiskan ódugnaskap í Suðuroynni.
Hetta, at hvørki skúladepil ella ellis-/røktarheim verður bygt í Vági, kann seta djúp spor.
Eg havi sagt áður, og eg kann endurtaka tað her, at tað als ongan týdning hevur, hvar í Suðuroynni ein skúladepil verður bygdur, ella hvar í Suðuroynni eitt ellis-/røktarheim verður bygt.
Tí er onki haldgott argument fyri at flyta skúladepilin úr Vági til Hovs/Porkeris. Tvørturímóti eru nøkur argumentir fyri at byggja skúladepilin á Vágseiði, tí har eru ítróttarumstøður, sum kunnu verða til gagns fyri depilin.
Høvdu kommunurnar í Suðuroynni funnið eina semju í hesum máli, hevði tað verið tann besta loysnin, óansæð hvat úrslitið var, men hetta hevur ikki eydnast til fulnar. Tó hava Vágs- og Tvøroyrar kommuna funnið saman og gjørt eina semju, sum eisini umfatar kommunusamanlegging.
Hetta er tað sum flestu kommunurnar í Suðuroynni hava bíða eftir. Í staðin fyri at ilskast inn á Tvøroyri og Vág, og tosa um taktiskt spæl, tvang o.a., sum jú ikki kann brúkast til nakað sum helst, skulu vit menna Suðuroynna, eiga allar kommunurnar at taka av møguleikanum sum nú fyriliggur, og beinan vegin fara undir samráðingar um kommunusamanlegging í Suðuroynni.
Hetta seinasta, kommunusamanlegging í Suðuroynni, hevur nógv størri týdning fyri Suðuroynna, og gevur Suðuroynni nógv meir, enn avgerðir um, hvar ávísir skúlar ella stovnar verða bygdir í Suðuroynni.
Tá bergholið Hov-Øravík er liðugt og tá vit hava fingið dagført sambandi til Hvalbiar, hevur tað als ongan týdning, hvar ein býr, hvar ein arbeiðir ella hvar ein gongur í skúla í Suðuroynni. Vit búgva á einum ?frímerki?, sum ein kommunustýrislimur tók til nú ein dagin, tí fjarstøðan millum bygdirnar í Suðuroynni er ongin.
Fáa vit gongd á kommunusamanlegging í Suðuroynni nú beinan vegin, hava vit alt at vinna. Suðuroyggin sum ein kommuna kann, meir enn nakað annað, verða við til at venda gongdini í Suðuroynni, og meir enn nakað annað, savnað suðuroyingar um mál/tiltøk, sum hava týdning fyri oynna.
Ætlanir sum verða trýstar ígjøgnum bera sjáldan ávøkstur. Tí er tað ikki rætt, sum støðan er nú, at lóggeva fyri, at flyta skúladepilin úr Vági til Hovs/ Porkeris.