Skúladepil við Marknagil

Egon Øregaard
skúlastjóri á Tekniska Skúlanum í Tórshavn


Við stórum áhuga varð fylgt við orðaskiftinum, sum var í Løgtinginum hósdagin 8. sept. 2005.
Orðaskiftið var gott og tykist, sum at samgonga og andstøða eru samd um, at nú skal tað vera, nú skulu endaligar avgerðir takast, sum loysa hølistørvin hjá teimum trimum størstu miðnámsskúlunum í Føroyum.
Landsstýrismaðurin í Mentamálum tók samanum og segði, at hann miðar eftir, at endaliga avgerðin verður tikin í samband við viðgerðina av uppskoti um fíggjarløgtingslóg fyri 2006. Uppskotið skal verða liðug, og lagt fyri løgtingið seinast í hesum mánaða.
Tøkk til Tjóðveldisflokkin - Fólkaflokkin - Sambandsflokkin og Javnaðarflokkin.
Onki umboð fyri Mið- og Sjálvstýrisflokkin vóru á fundinum, ella rættari tey fóru av fundinum tá orðaskiftið byrjaði.