L.Gilli Trond
Las í Sosialinum tann 27. juli eina viðmerking fra Sámal Matras Kristiansen (SMK) at tað er alneyðugt fyri Føroyar at raðfesta Sandoyartunnilin áðrenn Skálafjarðatunnilin. Hendan grein av SMK gevur eina sera einstáttaða mynd av, hvussu vit skulu radfesta hesar báðar samfelagsíløgur, og tí eigur hon at fáa eitt kritiskt aftursvar.
Sandoyingar hava leingi ynskt sær betri samband til Tórshavn, fyrst við Gomlurætt og nýggjari havn i Skopun, síðani við betri landsvegi til Havnar og nýggjari fergu til siglingina um Skopunarfjørð. Hesar íløgur hava ikki hjálpt stórvegis um útlitini hja sandoyingum, vit fáa at vita, at Sandoyggin er eitt samfelag í andaleypi, og nú vilja teir so hava ein undirsjóvartunnil um Skopunarfjørð, mann vónar at tann betra atkomuligheitin loysir allar trupulleikar, og hesa ferð verður úrslitið ikki sum tær gomlu verkætlanirnar - hesaferð fer tað at rigga!
Sagt verður av SMK, at hettar er:
"ein need to have verkætlan, sum við 100% vissu kan bjarga einum avbyrgdum lokalsamfelagi, ið í dag liggur í andaleypi."
Fyrst vil eg siga at ein tunnil kann hjálpa Sandoynni, men má eg finnast at orðingini "sum við 100% vissu kan bjarga". Betri atkomuligheit (accessibility) kan geva einum avbyrgdum samfelagi eitt boost, men tunnlar ganga báðar vegir, og har eru samfelagskanningar, sum vísa á, at betri atkomuligheit ikki altið gagnar útjaðarasamfeløgum. Tey kunnu eisini vera fyri størri avfólking, tí folkið flytur til meginøkið at búgva og arbeiða, og brúka bert útjaðaran sum vikuskiftis- og feriubústað. Dømi um hetta finnast eisini í føroyskum høpi. Tað vil siga, at tað ikki er 100% vissa fyri at hendan verkætlanin kan bjarga eitt avbyrgt lokalsamfelag. At framseta hetta er beinleiðis misvísandi.
Næsta punktið eg má finnast at er ideein hjá SMK um at so "verður Sandoy - serliga Skopun - knappliga tann mest upplagda forstaðskommunan." At Skopun fer at klára kappingina við teir partar av Tórshavnar kommunu, ið ligga langt uttanfyri Tórshavn (Velbaðstað og Kollafjørður) so væl, at hon heldur verður tann upplagda forstaðurin til Tórshavn havi eg sera ilt at síggja. Skopun liggur umleið líka langt vekk úr Havn sum Kollafjørður, og longri burturi fra Tórshavn enn Skálafjørðurin ger (í beinari linju) (í veranði løtu áðrenn tunnlar eru komnir). Við at samanbera báðar verkætlanir (tí Skálafjarðartunnilin verður gjørður einaferð) so er Skopun ikki betri fyri enn Runavík sum ein forstaðskommuna til Havnina. Runavík hevur størri lendi egnað til útstykking, fleiri handlar og mentanarátøk umframt nógv fleiri arbeiðspláss. Tað einasta Skopun kann kappast við er prísur á grundstykkjum, tvs. at Sandoyggin nokk vinnur kappinina um, hvør er betri egnaður sum ein sovibýur, har fólkið brúkar allan sín dag i Havn og svevur í Skopun, til tey kunnu finna sær eitt hús ella eina íbúð í Havn sum passar inn í teirra budget. Hettar kemur aftur til tað fyrsta punktið. Betri atkomuligheit gevur ikki altíð ein búskaparligan og samfelagsligan vøkstur. Har eru fleiri aðrir lokaliseringsfaktorar sum gera seg galdandi, har í millum er møguleikin fyri at fáa arbeidi í lokalsamfelaginum ein tann týdningarmiklasti fyri at folk veruliga fara at búgva í lokalsamfelagnum (tvs. sum "dagbefolkning" og ikki bert sum "natbefolkning").
Triðja punktið har eg haldi SMK fer skeivur er øll ætlanin um, at ein flogvøllur í Søltuvík skal vera raison d'etre fyri ein Sandoyrartunnil. Hetta er at seta ynski um ein tunnil til Sandoyar fram um møguleikan fyri at Føroyar kann gera seg galdandi í alheimsgerðinini.
SMK viðgongur sjálvur at: "Eysturoy og Norðoyggjar eru búskaparligu lokomotivini í føroyskum búskapi." Við at plasera okkara nýggja flogvøll millum 100 til 150 kilometrar frá orkuverkinum í føroyska búskapinum (til Skálafjarðartunnilin kemur) er ikki optimalt. Tað haldi eg, at flest fólk - serliga í Eysturoynni og Norðoyggjum - kunnu taka undir við. Ein flogvøllur hjálpir búskapinum mest, tá hann er lagdur tætt upp at tí búskaparliga sentrinum. Har eru fleiri dømi um hettar, og størsta grundin er, at annars krevur tað stórar infrastrukturellar íløgur fyri at styrka atkomuligheitinia. Norðmenn hava brúkt hundraðtals milliónir fyri at fáa teirra flogvøll á Gardermoen til at vera betri knýttan at Oslo, tí hann annars liggur ov langt burtur - og har er bert talan um 50 kilometrar.
At enda skal sigast, at um vit í Føroyum skulu gera okkum ein nýggjan flogvøll, so er neyðugt at raðfesta, hví hetta skal gerast. Ein tann týdningarmesta grundgevingin eftir mínari meting er, at vit skulu geva øllum Føroyum betri atkomuligheit við útheimin. Hettar verður ikki gjørt við at gera ein nýggjan 1600 til 1800 metrar langan flogvøll. Hetta gevur okkum ikki atgongd til nógv størri flogfør (bert Airbus A320 seriuna og Boeing 737NG seriuna) og teir nýggju møguleikarnar størri flogfør hava við sær. Tað er at samanbera við at gera eina nýggja skipahavn til Føroyar, sum ikki kann taka imóti skipum størri enn gamla Smyril. So er betri at útbyggja tann gamla vøllin í Vágunum og taka til takkar við teimum avmarkingum sum har við koma, teir eru ikki nógv øðrvísi enn ein 1600 metrar langur vøllur gevur okkum. Fyri at betra um atkomuviðurskiftini skulu vit hugsa størri, ein vøllur uppá 3000 metrar kann taka imóti øllum sløgum av flogførum, og letur okkum gagnnýta teir møguleikar altjóða flogfrakt vinnan hevur at bjóða. Í øðrum Norðanlondum finnur tú nógvar fruktir sum vera sendar inn sum flogfrakt fra stødum sum Argentina og Brasilia. Kostnaðurin roknaður sum krónur per kilometrar/vekt(kg) á viðgjørdum fiskavørum er ikki ólíkur kostnaðurin á fruktini fra Suðuramerika, tvs. at vit kunnu opna nýggjar marknaðir, um vit fáa ein vøll sum gevur okkum atgongd til altjóða flogfraktfeløgini, og tað kann ikki realiserast við einum 1600 metrar vølli (sum rapportin hjá Landsverk sigur er maksimala longdin í Søltuvík). Fyri at fáa inspiratión til hvussu hesin stóri vøllur skal gerast skal bert hyggjast eftir vøllinum á Madeira. Eitt oyggjaland í Atlantshavi við bergum, gróti og lítið av flatum landi at byggja ein vøll á.
Við Ólavsøkukvøðu
L. Gilli Trónd er útbúgvin Master of Science í Landafrøði á Keypmannahavnar Universitet við serkunnleika í búskaparliga økismenning, umframt Master of Urban Management frá Erasmus University Rotterdam við serkunnleika í flogvøllum, atkomuligheit og búskaparligum vøkstri.