Skálafjarðarsiglingin byrjar aftur

Fyrsta dagin verður aftur sigling millum Skálafjørðin og Havnina. Ternan I fer at sigla á rutuni

Nú fer aftur at verða siglt millum Skálafjørðin og Havnina. Ternan I fer at røkja siglingina. Siglt verður eftir lýstu ferðaætlanini.

Nú Ternan er farin aftur í sigling um Vestmannasund, eru Ternan I (gamla Ternan) og Sam tøk. Og av tí at løgtingslóg er, sum áleggur Strandfaraskipum Landsins at hava skip siglandi millum Skálafjørðin og Havnina, verður Ternan I sett í hesa sigling. Siglt verður eftir prentaðu ferðaætlanini.

Men siglingin hjá Ternuni I fer at gera, at bussurin av Toftum til Havnar, tann sonevndi »Snar«, gevst at koyra, upplýsir Heri Joensen, leiðari á ferðafólkadeildini hjá Strandfaraskipum Landsins.

Siglingin fer at byrja fyrsta dagin, sigur Heri Joensen. Men tá Sosialurin tosaði við hann í gjár, var ikki endaliga avgjørt, nær byrjað verður.

Hetta, at Ternan I nú fer at sigla millum Skálafjørðin og Havnina, ber í sær, at um eitthvørt berst á hjá Ternuni, verður siglingin um Vestmannasund skerd, tí tá verður bara Sam at taka til.

Um Suðuroyarsiglingina sigur Heri Joensen, at Smyril verður klárur aftur í vikuni, og fer at sigla á jóansøku. Hann hevur nú í góðan mánað staðið í dokk á Skála.

Siglingin hjá Claymore millum Suðuroynna og Havnina hevur ikki passað serliga væl við siglingina hjá Norrønu.

Heri Joensen sigur, at ein grund til, at Claymore ikki hevur siglt fyrr á morgni úr Suðuroy teir morgnar, Norrøna er á Havnina, er tann, at tað hevur verið ein rímiliga stór misnøgd millum suðringar um hetta. Teir vilja heldur fara norður kvøldið fyri enn at stilla seg í kø á miðari nátt fyri at sleppa við tíðliga á morgni.

Annars sigur hann, at tað hava ikki verið tær øgiliga nógvu viðmerkingarnar um Claymore, hóast onkur er komin.

Fólk hava tó havt onkrar viðmerkingar til, at Smyril, tá hann siglir, leggur at á molanum, meðan Norrøna liggur í krókinum við Bursatanga.

Tað er sera óheppið, verður sagt, at ferðafólk úr Suðuroy ein mánamorgum skulu ganga inn eftir molanum í Havn, samstundis sum fleiri skip liggja og lossa á økinum. Tí tað er als ikki vandaleyst at fara til gongu millum sveimandi bingjur og truckar hvørt um annað.

Onkuntíð hevur bussur verið eftir ferðafólkinum, men tað er meira enn so komið fyri, at bussurin ikki er komin.

Spurt hevur verið, hví Smyril ikki kann liggja nærri Norrønu, tá soleiðis er. Eitt nú við síðuna av henni, sum Teistin plagdi at gera. Tá hevði verið so ómakaleyst at sloppið umborð.

Av havnarskrivstovuni hja Tórshavnar Havn verður sagt, at grundin til, at Smyril ikki brúka tann skráan, sum er við síðuna av Norruni, er, at Teisitin legði gronina til, meðan Smyril skal leggja reyvina til. Og tað er tað ikki pláss til har inni, verður sagt. Eftir er so krókurin undir havnarskrivstovuni, sum mestsum bert kann brúkast í fínasta veðri, og molin, sum so hevur verið valdur.

Annars sigur Heri Joensen, leiðari á ferðafólkadeildini hjá Strandfaraskipum Landsins, at tann nýggi liðbussurin, sum Strandferðaslan hevur fingið, higartil hevur riggað væl.

Ætlanin var, at hann skuldi koyra leið 400 úr Eysturoynni um morgunin og so taka flogrutuna seinni. Men tað hevur víst seg í summar, at tað hevur verið so óvanliga nógv ferðing um flogvøllin, at bussurin mestsum bara hevur verið nýttur á flogrutuni. Og hann riggar væl, sigur Heri Joensen. Bæði umborð á Ternuni og Sam.

Men hann sigur tó, at teir eru eitt sindur spentir upp á at vita, hvussu verður á Oyrargjógv aftur í vetur.;la við B71.

Vágamenn høvdu havt hópin fleiri stig, um dystirnir bara vóru í ein tíma. Teir eru framvegis illa staddir, men tað tykist framvegis at vera møguleiki fyri, at teir kunnu fáa stig móti øllum. Lykladysturin hjá teimum verður 27. august, tá teir fáa sumbingar á vitjan.m avgjørt ikki stuðlar upp undir okkara eyðkenni sum ein stolt tjóð.

Og ynskið um at nú skal ein triði partur vera við til næsta samráðingar undirbyggir bert tann veruleika, at her er veruliga komið vátt í reiðrið millum partarnar. Tað fær ein at hugsa um friðavarðveitandi herlið hjá ST, sum starvast úti í heimi, har kúlur og kanónir er partur av gerandisdegnum, og har fólkið verður dagliga hótt eftir lívinum, og har liviumstøðurnar eru undir øllum lágmørkum. Men soleiðis er ikki støðan her. Vælsignaðir menn stingið fingurin í jørðina. Hava vit eitt danskt yvirvald, um berjir okkara vilja niður? Liva vit dagliga við einari danskari hóttan yvir høvdinum?

Løgmaður plagar ar siga, at vit skulu seta tokið á sporið aftur. Spor og tok er nú ikki serliga føroyskt, so fyri at brúka eina føroyska mynd, so draga vit ikki bátin oman gjøgnum urðargrót, men vit draga hann eftir lunnum, sum syrgja fyri, at hann kemur á sjógv í heilum líki.

Landsstýrið megnaði ikki at flota bátin, men vit eru aðrir sum kunnu leggja teimum lag á.


Takk fyri

Jóannes Eidesgaard