Skálafjarðartunnilin verður eitt stórt framstig fyri Føroyar

Annika Olsen, Løgtingskvinna
------

Málið um at gera undirsjóvartunnil millum Streymoynna og Eysturoynna hevur verið drúgt í politiska landslagnum. Hóast mong hava verið ivasom um hesa verkætlan, sum nú verður gjørd á privatum grundarlagi, so fegnist eg um, at Løgtingið nú hevur samtykt at geva felagnum eina longda tíðarfreist til at finna fígging til hesa so týdningarmiklu verkætlan fyri Føroyar.

Alment ella privat
Sum so mangan hevur kjakið tíverri ikki snúð seg um fyrimunirnir fyri landið við hesari verkæltan. Heldur hevur man kjakast um verkætlanin skal vera privat ella almen. Atgerðarloysi hevur valdað og kjakið, um tað skal verða hesin ella hasin leisturin, hevur darvað málinum í ólukkumáta. Nú er avgerð loksins tikin, og tað er í sær sjálvum eitt stórt framstig. Mong hava málað eina ljósareyða mynd av, hvussu frálíkt tað hevði verið, um so var, at landið stóð fyri verkætlanini, tí so hevði tað verið ein ótømandi inntøkukelda hjá landinum til at fíggja aðrar tunnlar m.a. Sandoyartunnilin. Tann ljósareyða myndin av Skálafjarðartunnilinum sum eina almenna íløgu er langt frá so ljósareyð, sum mong hava havt á lofti. Skuldi hesin tunnil verið almennur, hevði tað verið neyðugt, at tað almenna/landskassin tók upp eitt lán uppá eina milliard, og hetta hevði í besta føri ført landskassan beinleiðis í óføri. Ein tunnil, ið skal verða fíggjaður við bummgjaldið, hevði onga inntøku givið undir byggitíðini, íð er á leið 4 ár, og harumframt hevði tað minkað munandi um gjaldføri hjá landskassanum tey næstu árini. Hetta hevur m.a. landsbankin gjørt vart við. Fór man undir at gera verkætlanina sum eina almenna verkætlan, hevði kreditvirðið hjá Føroyum versnað munandi, serliga um landið í hesum krepputíðum skuldi taka eitt lán uppá 1 milliard. Hetta hevði uttan iva havt eina skaðiliga ávirkan fyri metingina hjá eitt nú Moodys av føroyska búskapinum.

Nú verður tunnilin gjørdur av privatum uttan veðhald frá landskassanum og uttan at landið á nakran hátt ber nakran vága. Skuldi tað seinni víst seg, at landið hevur ”forert” eina inntøkukeldu til privatar stigtakarar, og at landsstýrið angrar hesa avgerð, so er tað lagt upp fyri hesum við í lógaruppskotinum, at landið til eina og hvørja tíð kann yvirtaka tunnilin um ynski er til tess. Lógin sigur, at tá tunnilin hevur verið í nýtslu í 2 ár, hevur landið ein forkeypsrætt, har kostprísurin verður settur eftir einum ávísum prísprofili, sum verður avtalaður í konsessiónsavtaluni millum privata felagið og landsstýrið.

Gitingar hava eisini verið frammi um, at privata felagið fær allar ágóðar, meðan landið verður bundið niður og stendur eftir við øllum váðanum av verkætlanini Hetta er ómetaliga skeivt ført fram, tí landið átekur sær nemliga ongan váða, veðhald ella fíggjarligt veðhald frá landsstýrinum. Fyri tað fyrsta er tað privata felagið, sum skal gera allar íbindingar í verandi veganet, og tað er onki í lógini ella avtaluni, sum sigur, at landið skal lata gera avleiddar verkætlanir fyri hundratalsmilliónir, sum fleiri vilja vera við. Skuldi tað víst seg, at felagið fór á húsagang, so er tað heldur ikki nakað í lógaruppskotinum, sum bindur landið til nakað yvirhøvur. Tað fer somuleiðis at vera møguligt at gera aðrar íløgur í veganetið, tær íløgur sum m.a. samferðsluætlanin hjá Landsverki leggur upp til, uttan at landið skal endurrinda felagnum fyri møguliga mistar inntøkur orsaka av hesum.

Tá ið tunnilin er afturgoldin, og felagið hevur fingið eitt avtalað avkast av sínari iløgu, verður tunnilin latin aftur til landið ókeypis. Tað verður í konsessiónsavtaluni ásett eitt evsta mark fyri, nær tunnilin skal latast aftur til landið (30 ár), og er tað óansæð, um loyvishavarin/privata felagið hevur fingið tað avtalaða avkastið av sínari íløgu.

Connecting people
Skálafjarðartunnilin er størsta verkætlan í Føroya søgu. Hetta er ein verkætlan, ið skapar optimismu og bindir øki og fólk tættari saman í stórum parti av landinum, og sum kemur at viðføra ómetaligar nógvar positivar ringvirknaðir. Fyri miðstaðarøkið kemur tunnilin at geva eitt nógv størri uppland til eitt nú handilslivið, matstovur, kafeir og vinnulívið annars. Hesir ringvirknaðir fara óivað eisini at síggjast aftur í Eysturoynni og Norðoyggjum. Hvat viðvíkur tunnlinum sum arbeiðsskapandi tiltak, so vísa útrokningar hjá Fíggjarmálaráðnum, at tunnilin hevur eitt virði uppá 1,67 av RLÚ. Ùtrokningar frá 2008 frá vinnumálaráðnum, sum tá umsat verkætlanina, siga, at tunnilin hevur við sær risa løngjaldingar, sum vit netupp í hesum døgum við ovurstórum arbeiðsloysi hava tørv á:

2010: 35 mió
2011: 91 mió
2012: 112 mió
2013: 118 mió
2014: 109 mió
2015: 58 mió
2015: 58 mió
2016: 58 mió
2017: 27 mió.

Hesi tølini eru grundaði á royndir frá Norðoyartunlinum og skulu sjálvsagt takast við einum ávísum fyrivarni, men onkursvegna geva tølini okkum eina ábending um, at tunnilin hevur eitt stórt nyttuvirði fyri tað føroyska samfelagið. Vit hava brúk fyri arbeiðsskapandi tiltøkum í hesum hart spentu búskapartíðum, og Skálafjarðartunnilin er avgjørt eitt stig tann rætta vegin
Vit eiga at síggja møguleikarnar heldur enn forðingarnar. Bæði møguleikar fyri familjurnar við spardari koyritíð og harvið meira kvalitetstíð við familjuni, sparing av brensli og harvið CO2 útláti og óanaðir møguleikar fyri vinnulivið. Tað er onki at ivast í, at hendan verkætlanin fer at binda partar av Føroyum tættari at hvørjum øðrum og harvið broyta føroyska landslagið radikalt. Fólkið kemur tættari at hvørjum øðrum í einum stórum parti av Føroyum ella sum slogani hjá Nokia “Connecting people”.