Skúlagarðurin órógvar foreldur

Klumma

Fyri stuttari tíð síðani, hevði eg eina samrøðu við sálarfrøðingin á skúlanum hjá soninum (ja, tey hava ein skúlasálarfrøðing). Vit tosaðu sjálvandi um sonin, men eisini um hvussu vit foreldur eru.

Hon segði nógv, sum hevur fingið meg at hugsa um, hvussu lík vit eru, og at tað sama órógvar okkum.


Sálarfrøðingurin: Hvat gitur tú er tað vanligasta, foreldur spyrja meg um síni børn?

Eg: ???

Sálarfrøðingurin: Ja, eitt er víst, og tað er ikki, hvussu tað gongur í rokning og skriving.

Eg: ???

Sálarfrøðingurin: Tað er, hvussu teirra børn hava tað í skúlagarðinum. Hvønn spæla tey við? Argar nakar tey? Virka tey glað? Tað eru spurningarnir, eg fái frá flest øllum foreldrum.


Eg mátti smílast. Tí sjálv hevði eg løtu áðrenn júst spurt hesar spurningarnar.


Happing og avleiðingarnar av tí eru væl lýstir í dagsins samfelagið. Vónandi elvir tað eisini til, at tey, sum eru rundan um okkara børn, duga betri at takla happingina, sum hóast alt er ein partur av skúlagongdini hjá nógvum.


Eg minnist mína egnu skúlagongd sum buldruta. Nógv happing, róp og skrál í tímunum, og næmingar sum nóg illa dugdu at lesa í 7 flokki.


Vónandi er skúlarnir betri nú enn mín barnaskúli, men eg trúgvi, at tað eru sporini eftir skúlan í 1980-inum, sum gera at vit, sum nú eru foreldur, eru so bangin um, at okkara børn skulu fáa somu somu lagnu, sum nógv av okkum fingu.


Ein treffandi lýsing av avleiðingunum av happing er hendan:


Ein lærari í New York bað sínar næmingar at taka hvør sítt pappír, síðan bað hon tey at rukka tað saman, trampa á tað og sláa tað uttan at skræða. Síðani skuldu tey slætta tað út, og hyggja eftir tí og siga orsaka.Óansæð um tey slættaðu tað út og søgdu orsaka, so var pappírið rukkut og fult í merkjum. Tað er tað sama, ið hendir tá eitt barn verður happað - óansæð hvussu nógv vit biða um umbering, hvørva arrini ikki.