Skálamenn skulu vinna

Bara ein sigur á Toftum kann sleppa Skála undan at skula spæla upp- og niðurflytingardyst móti B71 ? og samstundis skulu sundalagsmenn heldur ikki fáa meira enn javnleik í sínum dysti.

Upptakt

Tað eru tvey lið, ið hava havt tað gott síðstu vikuna, sum møtast á Svangaskarði í dag. B68 vann traditionellu grannauppgerðina móti NSÍ, og Skála snøgt sagt sópaði TB av vøllinum í botnuppgerðini sunnudagin.
Kortini er nógv meira álvari aftan fyri manningina hjá Skála, sum í dag hevur allarsíðsta møguleikan at sleppa sær undan dysti móti B71 um framhaldandi tilveru í 1. deild, meðan B68 hvørki fer ein ella annan veg, sama hvussu úrslitið verður.
? Vit mugu bara vóna, at tað sæst aftur á avrikinum hjá toftamonnum, at teir sum so einki hava at spæla fyri, sigur Jonhard Frederiksberg, sum við trimum málum og onkrum uppleggi aftrat var stóri skarprættarin hjá Skála í 8-0 sigrinum móti TB.
? Tað er sjálvandi ikki tað sama hjá okkum at spæla móti B68, sum tað var móti TB, tí tann dystin var mótstøðan satt at siga ikki tann stóra. Men hóast tað verður torført, fara vit at royna okkara besta.
Støðan hjá Skála er tann, at ein sigur má til, um tað skal bera til at fáa EB/Streym aftur. Men samstundis má EB/Streymur heldur ikki fáa meira enn javnleik, skal tað eydnast Skála at sleppa av næstaftasta plássinum.
Liðið hjá skálamonnum er stórt sæð tað sama sum í dystinum fyri viku síðani. Einasti, av spælarunum, ið ikki er við, er Dánial Hansen, sum er skaddur, men hann hevur heldur ikki verið við í síðstuni.

Skála fær einki í gávu
Hóast Jonhard Frederiksberg hevur loyvi at vóna, at B68 ikki leggur so nógv í dystin, so skal hann ikki vænta sær nakra hjálp frá toftamonnum, ið hava havt vind í seglunum síðstu dystirnar.
? Nú fingu vit aftur gongd á móti endanum, og hóast tað ikki broytir støðuna hjá okkum á stigatalvuni, fara vit sjálvandi at gera okkara besta á heimavølli í síðsta dystinum hjá okkum, sigur Ingolf Petersen, sum saman við Kjartan Nesá hevur ábyrgdina av B68-liðnum.
Teir báðir hava greitt uppgávuna væl, síðani teir tóku við eftir tapið í Gøtu, tí bæði móti VB heima og NSÍ úti hevur B68 fingið fulla úrtøku ? enntá við einum manni í minniluta part av dystinum.
Fríðin Ziskason, sum varð vístur út móti VB, er aftur við í dag, men í staðin er tað hesa ferð Messias Perreira, ið noyðist at njóta dystin sum áskoðari eftir reyða kortið, hann fekk í Runavík.
Annars eru allir mans tøkir hjá B68, sum á útivølli á Skála vann 2-1 í fyrra landskappingardystinum teirra millum.