Kjakið í Visjónstorginum týsdagin um útbúgving var merkt av, at tað mesta longu hevur verið uppi og vent. Lítið nýtt var at hóma í uppleggingum hjá strategibókinum, og ringt var at vera ósamdur í tí, sum var. Tí kom kjakið eisini í fyrstu atløgu at snúgva seg um evni, ið ikki beinleiðis avmarkaðu seg til í skipanina av og innihaldið í føroyskum útbúgvingum í framtíðini.
Ikki pláss fyri ófaklærdum
Serliga var tað innleiðandi orðingin hjá bólkinum, at Týdningarmesta tilfeingið fyri Føroyar í 2015 er eitt vælútbúgvið fólk, ið fekk visjónstorgið at reisa seg úr stólinum. Løgmaður gjørdi alt fyri eitt vart við, at tað ikki bara er tað vælútbúnað men alt føroya fólk, ið má metast at vera okkara týdningarmesta tilfeingi. Umboðið hjá Føroya Arbeiðarafelga vísti á, at eisini hon saknaði orðingar, sum umfataðu tann ófaklærda bólkin í samfelagnum. Til hana og løgmann varð svarið frá strategibólkinum, at orðini skuldi skiljast sum eitt tekin um høgu ambitiónirnar hjá bólkinum nevniliga, at tað í framtíðini ikki longur finnast óútbúnir føroyingar. Um hetta var ein roynd at skáka sær undan eini óhepnari orðing, er ilt at siga, men í visjónstorginum tóktist tey vera fleiri, ið høvdu ilt við at fáa eyga á netupp ambitiónirnar. Meðan umboðið frá Vinnuhúsinum tók fult undir við innleiðandi orðingini í visjónini, helt hann restina av upplegginum brúka ov nógva orku uppá at stinga út í kortið, hvussu fólkaskúlin kundi fyrireika næmingarnar uppá eina miðnámsútbúgving. Hví ikki bara skera ígjøgnum og seta eina 12 ára útbúgving sum krav til øll, spurdi hann. Í hesum viðfangi gjørdi umboðið frá Búskaparráðnum vart við eina kanning, sum hevur víst, at Føroyar týðiliga eru eftirbátar í mun til onnur Norðurlond, tá tað ræður um talið á ungum, sum í roynd og veru taka eina miðnámsútbúgving. Tí helt hann tað vera altavgerandi, at tey ungu verða munandi meir eggjað til at taka eina miðnámsútbúgving, og at tað ikki verður ein fyrimunum at fara beinleiðis út í vinnulívið.
Vinnaralyndi inn í skúlastovur
Eitt av afturvendandi evnunum í kjakinum var týdningarmikli leikluturin hjá lærararnum í lívinum hjá skúlanæmingum. Sum fyrrverandi lærari fjaldi løgmaður ikki út yvir, at hetta kanska var tað starvið, har vandin fyri at steðga upp var størstur. Hinvegin kann ein ágrýtin og motiverandi lærari gera allan munin, segði løgmaður í tí hann mintist og samanbar við, hvussu framburðurin hjá lokala fótbóltsliðnum hevði ávirkað viljan hjá skúlanæmingum í bygdini til eisini at verða fremst. Kaj Leo Johannesen var skjótur at lofta hesi samanbering í síni eygleiðing av eftir hansara tykki heldur rótutu og líkasælu mentanini, sum tykist at valda í skúlastovum. Hví ikki seta sær fyri at fáa eitt sindur av tí vinnaralyndi, ið eyðkennir eitt ítróttarlið inn í skúlastovuna, spurdi Kaj Leo, í tí hann gjørdi vart við, at hetta hvørki nýtist at merkja, at svarti skúlin skal endurinnførast ella at veiku næmingarnir verða sleptir uppá fjall. Her hevði nógv verið vunnið, um lærarar vórðu skúlaðir í, hvat skal til fyri at verða ein góður leiðari, ið megnar at skapa spenning og motivatión kring uppgávurnar og at fáa tað besta fram í hvørjum einstøkum luttakara ella næmingi.
Vandi fyri A og B skúlum
Millum heilt grundleggjandi evnini, ið vórðu umrødd í sambandi við visjónina fyri útbúgving, var sjálv innskúlingin av næmingum og skiftið millum ansingarstovn og fólkaskúla. Í upplegginum stendur, at Øllum børnum skal standa í boði forskúlatilboð, men tað eydnaðist ikki formanninum í Pedagogfelagnum at fáa at vita frá strategibólkinum, um talan skuldi verða um eitt krav til øll foreldur um at brúka hesi tilboð. Formaðurin í Pedagogfelagnum fjaldi ikki yvir, at hann helt visjónina hjá bólkinum vera heldur ivasama, so leingi hon ikki tryggjar sær, at øll børn hava sama dygdargóða støði at byggja á.
Somuleiðis helt umboðið fyri Útoyggjafelagið tað vera altavgerandi fyri visjónina, at man longu frá byrjan tryggjar sær, at støðið verður eins fyri allar skúlar í Føroyum. Hann gjørdi greitt, at verður talan um at lata kommunurnar yvirtaka ábyrdina av fólkaskúlanum, kunnu vit vera vís í, at vit fáa eitt slag av A og B skúlum, stutt sagt tí kommunurnar eru so ymiskt fyri, bæði hvat viðvíkur skúlahølum, lærarakreftum og fíggingarmøguleikum. Sjálvur var hann sanførdur um, at ábyrgdin fyri fólkaskúlan eigur at plaserast sentralt, so allir skúlanæmingar í Føroyum fáa somu møguleikar um ikki annað, so í minsta lagi sum útgangsstøði.
Málini hjá strategibólkinum fyri útbúgving eru at síggja á www.visjon2015.fo