Skúlar í eina øld

Hvítusunnudag var hátíðarhald í Kvívíkar kommunu í sambandi við at í ár eru liðin 100 ár síðan skúlarnir í Leynum og Kvívík vórðu bygdir

Hátíðarhaldið byrjaði við kirkjugongd í Kvívík, har Marjun Bæk, prestur, prædikaði og Kingosangur var at hoyra.


Ein framsýning við gomlum myndum og skúlabókum var í Kvívíkar skúla. Eisini var ein hugleiðingarløta, har skúlaleiðarin Bjarni Heinesen beyð øllum at vera vælkomin, og Viggo Johannesen greiddi frá um viðurskiftini, tá skúlin í Kvívík varð bygdur.


Somuleiðis greiddi Katrin Dahl frá um skúlagongd í 1940-unum og Heidi Petersen hugleiddi um 1960-árini. Skúlabørn og musikkskúlabørn sungu og spældu.


Í Leynum varð eitt tiltak á skúlaøkinum, har Ova-teltið úr Nólsoy var sett upp og ein framsýning av m.a. gomlum myndum var inni í skúlanum.


Soffi Egholm saman við skúlabørnum bjóðaði vælkomin til heimabakaðar køkur og kaffi. Anfinn Setberg hugleiddi um ymiskt úr Leynum og Jens Pauli í Dali greiddi frá skúlasøguni í Leynum, Skælingi og á Válinum.


Eisini søgdu fyrrverandi skúlanæmingar frá sínum upplivingum í skúlaárunum í Leynum og á Válinum. Harumframt var felagssangur og skúlabørnini sungu. Aftaná var nátturði.