Skúlar og stovnar vita sær eingi ráð um H1N1

Dagstovnar og skúlar í Føroyum hava ongar ítøkiligar ætlanir, hvat tey skulu gera, um H1N1 staðfest á stovninum ella í einum skúlaflokki. Álitið liggur á, at onkur yvirskipaður myndugleiki kemur við einum útspæli

Tilbúgving

Rógvi Nybo

[email protected]



Dagstovnar og skúlar í Føroyum hava onga sum helst tilbúgvingarætlan at halda seg til, verður H1N1-smittan staðfest á stovninum ella í einum skúlaflokki.

Tað vísir ein stutt spurnarrunda, sum Sosialurin hevur gjørt.

Hanna Thøgersen, leiðari á Dagstovninum við Kráir í Hvalvík, sum húsar 60 børnum, sigur, at ongar konkretar ætlanir fyriliggja, um hvussu tey skulu gera, verður eitt av børnunum á stovninum smittað av H1N1.

- Eg veit ikki heilt hvussu vit skulu fyrihalda okkum. Eg havi gingið og hugsað um tað í nógvar dagar, og føli at tað er mín uppgáva at fylgja væl við, hvussu støðan er við influensuni, sigur Hanna Thøgersen.


Vandin av fyri nú

Hásummar er nú, og hetta er eisini tíðin, har bæði skúlar og dagstovnar eru stongdir. Tí ávirkar hetta ikki so nógv – enn í øllum førum.

- Vit eru í tí hepnu støðu, at dagstovnurin fer í summarferiu í morgin. Men eg havi hugsað nógv um tað seinastu dagarnar, og eg vildi ynskt at eg visti, hvar eg skuldi venda mær til, verður H1N1 staðfest í stovninum hjá okkum, greiðir Hanna Thøgersen frá.

Heldur ikki í skúlunum, sum byrja aftur um góðan mánað, fyriliggja nakrar ítøkiligar ætlanir.

Skúlastjórin í Leirvíkar Skúla, Fríðfinnur Johnsson, viðgongur, at tey ongar ítøkiligar ætlanir hava klárar.

- Eg gangi bara út frá, at tað er ein yvirskipaður myndugleiki, ið kemur við nøkrum leiðreglum, um hvussu vit skulu fyrihalda okkum. Í tí føri, at onkur verður sjúkur í okkara skúla, so venda vit okkum nokk læknan, greiðir Fríðfinnur Johnsson frá.


Morgunsangurin kann lúta

Eingi boð ella ætlanir eru komin frá nøkrum yvirskipaðum myndugleika, um hvussu stovnar ella skúlar skulu fyrihalda seg. Men hóast tað, so royna tey sum frægast at gera ymiskt, soleiðis at tey kunnu byrgja upp fyri smittuvandanum.

- Vit royna at hugsa um reinførið, og minna børnini á at vaska fingrar ofta, og vit hava bæði eygu og oyru opin, og royna at ansa serliga væl eftir, greiðir Hanna Thøgersen, leiðari á Dagstovninum við Kráir í Hvalvík, frá.

Eisini í Leirvíkar skúla hava tey hugsað um, hvussu tey skulu gera, tá skúlin byrjar aftur.

- Man roknar við, at Pandemibólkurin kemur við einum útspæli, hvussu vit skulu gera, men burtursæð frá tí, hugsa vit ikki so øgiliga nógv um tað. Tað einasta eg havi hugsað um, er um morgunsangurin er tað rætta at hava nú, tí tá eru allir flokkarnir jú savnaðir saman, greiðir Fríðfinnur Johnsson, skúlastjóri, frá.