Skúlarnir niðurslitnir

Skúlastjórarnir í Havn eru ikki heilt samdir við borgarstjóran Jan Christiansen og Heðin Mortensen um, at skúlaøkið verður raðfest høgt í Tórshavnar kommunu. Meira peningur átti at verið settur av til íløgur, tí skúlarnir í høvuðsstaðnum eru niðurslitnir, halda teir.

Í tíðindunum í Útvarpi Føroya týskvøldið kom fram, at skúlastjórarnir á fólkaskúlunum í Havn meta, at stórur tørvur er á íløgum til skúlabygging í Havn, tí felags fyri flestu skúlarnar er, at teir eru niðurslitnir. Útvarpið hevði eina spurnarrundu millum skúlastjórarar í Havn um støðuna á skúlaøkinum, og flestu teirra vóru á einum máli um, at teir eru nøgdir við játtanina til rakstur, men á íløgusíðuni restar nógv í.
Borgarstjórin í Tórshavnar kommunu, Jan Christiansen, og Heðin Mortensen hava fyrr í vikuni sagt, at teir halda, at skúlaøkið verður væl umsitið og raðfest høgt í kommununi.
Teirra fatan er eisini, at skúlastjórarnir í Havn eru samdir, men hetta er eftir øllum at døma ikki meir enn hálvur sannleikin. Skúlastjórarnir í Havn eru nøgdir rakstarjáttanina, men ikki íløgujáttanina.
Hølisviðurskiftini eru í fleiri førum ikki nøktandi, og felags fyri fleiri skúlar í Tórshavnar kommunu er at teir eru niðurslitnir, og stórur tørvur er á ábøtum, søgdu teir í Útvarpinum týskvøldið