Í morgun settist 4. floksnæmingar í øllum landinum seg til reiðar at fara til próvtøku fyri. Í skrivandi stund skuldi ein steðgur vera og klokkan 10.00 skuldu tey so fara víðari til enn eina próvtøku í dag, meðan 6. floksnæmingarnir skuldu til próvtøku seinni í dag.
Men enn einaferð gjørdist hetta av ongum orsaka av tøkniligum trupulleikum. Høgni Joensen, skúlastjóri í Skúlanum við Løgmannabreyt harmast almikið um tað, sum aftur nú er hent.
Les eisini: Landsroyndin avlýst
- Hetta er ræðuligt, fyri at siga sum er. Hetta hendir alt ov ofta, og hetta var dropin, sigur Høgni Joensen, sum nú hevur 4. floksnæmingarnar gangandi í skúlagarðinum og kring skúlan púra ørindaleys.
- Tað sigur seg sjálvt, at hetta er fullkomiliga forvirrandi fyri børnini. Tey fáa jú nervar eins og vit vaksnu. Tey hava fyrireikað seg í fleiri dagar, hava kanska ikki sovið so væl í nátt fyri nervum ella hvat veit eg. Og nú sita tey bara her, uttan at sleppa til próvtøkuna, sum tey vóru fyrireikað uppá. Tað ber ikki til, sigur Høgni Joensen.
Um tað eru allir skúlar kring landið, sum upplivað sama trupulleika er óvist, men í KT skipanini, sum skúlarnir nýta til at samskifta um royndirnar stendur at lesa, at fleiri skúlar kring landið hava sama trupulleika.
In.fo fylgir málinum.