Skúlastjóri og tónleikari

Hann brúkti seksti ár av lívi sínum í fólkaskúlanum, men hann hevur altíð havt tónleikin við síðuna av. Hann hevur havt serligan áhuga fyri klassiskum tónleiki, men tað endaði við, at hann fór at spæla popptónleik saman við næmingum hjá sær. Í morgin verður Alex Sólstein sjeyti ár

 

Hann fór í fyrsta flokk sum sjey ára gamal í 1937, og hann varð ikki liðugur í skúlanum fyrr enn seksti ár seinni, í 1997.

Alex Sólstein hevur brúkt alt sítt arbeiðslív í føroyska fólkaskúlanum, og hóast hann nú verður sjeyti ár, eru tað bara trý ár síðani, at hann fór úr skúlanum for good.

- Tá eg kom á lærarastovuna av fyrstan tíð, tosaðu lærarnir um, at teir vistu ikki, hvussu teir nýggju lærararnir, sum ongantíð høvdu verið til skips, fóru at roynast. Eg umboðaði eitt nýtt ættarlið, sum bara hevði gingið í skúla, greiðir Alex Sólstein frá.

Hann byrjaði sum lærari í Klaksvík 1962, og átta ár seinni gjørdist hann skúlastjóri. Tá var hann tann yngsti skúlastjórin, sum nakrantíð hevði verið í danska ríkinum.


Kúlurnar komu nær

Alex Sólstein er føddur og uppvaksin í Klaksvík. Bæði foreldur hansara vóru úr Klaksvík, og tað er eisini har hann hevur brúkt meginpartin av lívi sínum.

Skúlatíðin hjá honum var merkt av krígnum, og Alex kom eisini sjálvur at standa andlit til andlit við krígshendingarnar.

- Ein dagin í oktober 1940 vóru eg og ein vinmaður á veg heim frá skúlanum. Tá kom ein týskur flúgvari inn yvir Klaksvík. Hann tveitti eina bumbu og fleyg síðani sera lágt yvir bygdini, meðan hann alla tíðina skjeyt við maskinbyrsu.

- Vit vóru skelkaðir, men eisini forvitnir, og tí stóðu vit og hugdu eftir flúgvaranum, og vit sóu týðuliga menninar, sum vóru umborð. Eftir hendingina sóu vit, at ein kúla hevði rakt niður í vegin beint frammanfyri okkum, og ein kúla var farin strúkandi í ein húsvegg nakað omanfyri okkum. Tað havi eg ofta hugsað um síðani.

- Sum børn merktu vit óttan undir krígnum, men í grundini kendu vit okkum trygg sum børn hóast tað. Tað var ein heilt serlig tíð, og atmosferan í bygdini var eisini øðrvísi, enn hon var seinni, sigur Alex Sólstein.


Reglubundið arbeiði

Tá Alex var liðugur við fólkaskúlan, fór hann til Havnar at taka studentsprógv. Tað fekk hann í 1950, og tvey ár seinni fekk hann læraraprógv.

- Eg gjørdist lærari í Klaksvík í august 1952 og fekk serliga til uppgávu at hava fremmandamál - dansk, enskt og týskt, sigur Alex Sólstein, sum lættliga skiftir millum tey ymsu málini, sum hann dugir at tosa til fulnar.

Eftir at hann hevði verið tvey ár niðri á Danmarks Lærerhøjskole fyri at fáa meira undirvísing í máli, kom hann aftur til Klaksvíkar at vera lærari í 1959. Síðani gekk bara eitt ár til hann gjørdist skúlastjóri.

- Hetta var samstundis, sum vit fingu nýggjan skúla, og um tað mundið, tá nýggj fólkaskúlalóg kom, so tað var ein sera stór avbjóðing hjá mær at skipa skúlan eftir nýggju skipanini, greiðir Alex frá.

- Læraraarbeiðið er rættiliga reglubundið, og tí knýta seg kanska ikki tær serligu hendingarnar til tað. men sum lærari hevur tað týdning, at tú ert til staðar, tá børnini eru í skúla, og at tey fáa ta undirvísing, sum tey hava fyri neyðini, sigur Alex Sólstein.


Skúlin býttur sundur

Miðskeiðis í sjeytiárunum vóru næstan 1000 fólk knýtt at skúlanum í Klaksvík. 960 næmingar gingu í skúla, tá tað var mest, og afturat hesum kom sjálvandi starvsfólkið í skúlanum.

- Eg mælti til, at skúlin varð býttur sundur, tí tað var sera trupult at hava yvirlit yvir alla gongdina í skúlanum, tá tað vóru so nógv fólk, og virksemið var í so nógvum ymsum hølum, sigur Alex Sólstein.

Og tað var eisini tað sum hendi í 1979. Tá varð stóri skúlin býttur í tvey, og síðani hava tveir fólkaskúlar verið í Klaksvík. Alex Sólstein gjørdist stjóri í skúlanum við Ósánna, og har varð hann verandi til 1997. Seinastu árini av hesum tíðarskeiði hevði hann farlovyi frá starvinum og var leiðari av eftirútbúgvingini hjá lærarunum.

- Tað gjørdi tað lættari at gevast í skúlanum, tí á tann hátt gavst eg so líðandi í skúlanum. Nú havi eg lagt skúlan afturum meg, og eg má siga, at eg fylgi lítið við í, hvat gongur fyri seg í skúlanum nú, sigur hann.


Nógvur tónleikur

Mong fólk kring landið kenna fyrst og fremst Alex Sólstein sum tónleikara. Hann spælir í Føroya Symfoniorkestri, og hevur verð sjónligur i tí parti av tónleikaheiminum, sum fæst við klassiskan ella symfoniskan tónleik.

- Tað var nógvur tónleikur í heiminum hjá ommu. Ein mammubeiggi og mostur spældi nógv, og klaver var eisini í heiminum. Tað var í tíðini áðrenn grommofonplátuna. Vit hoyrdu eitt sindur av tónleiki í útvarpinum, men fyrst og fremst syrgdu vit sjálvi fyri okkara tónleikaundirhaldi, sigur Alex.

Alex fór tíðiliga at spæla violin, men hann hevur ikki bara hildið seg til violinina. Hann kann eisini lættliga við klaverið, hann spælir horn og hann syngur.

Alex var við til at stovna Føroya Symfoniorkestur í 1984. Hann hevur sitið í nevndini síðani, og hann hevur eisini alla tíðina verið ein av tónleikarunum í orkestrinum.

- Nú eg eri pensjóneraður, havi eg betri stundir at taka mær av ymsum uppgávum hjá Symfoniorkestrinum, har eg eri nevndarlimur, skrivari og kassameistari, sigur hann.


Spældi popp saman við næmingum

Tónleikurin hevur spælt ein týðandi leiklut í lívinum hjá Alexi.

- Arbeiðið hjá mær hevur verið skúlin, og frítíðarítrivið hevur verið tónleikur av ymsum slagi, sigur hann.

Framvegis spælir hann nógv. Hann spælir kamartónleik tvær ferðir um vikuna, hann venur eisini tvær ferðir um vikuna við Klaksvíkar Hornorkestri, har hann hevur spælt farnu fimti árini, og javnan eru tað eisini uppgávur við Føroya Symfoniorkestri.

Tað er fyrst og fremst klassiskur tónleikur, sum Alex hevur havt við at gera. Hann hevur eisini spælt undirhaldstónleik, men popptónleikurin hevur ongantíð sagt honum nakað.

- Eg var til dømis ongantíð bitin av The Beatles, og popptónleikurin sigur mær einki. Mær dámar ikki, at tað alla tíðina skal verða eitt regluligt beat aftanfyri, og at bassurin skal verða so dominerandi.

- Men uppgávurnar í Føroya Symfoniorkestri eru nógvar, og tað endaði við, at eg kom at spæla popptónleik saman við næmingum hjá mær, sigur Alex og sipar til konsertirnar, sum Frændur og Symfoniorkestri høvdu saman í fjør.


Heldur tónleik enn ítrótt

- Eg eri fegin um, at eg valdi tónleikin sum ítrív heldur enn ítróttin, tí tónleik kanst tú spæla alt lívið. Tað er trupult at spæla fótbólt sum 70 ára gamal, sigur hann.

- Men hóast eg ongantíð hevði nakran áhuga fyri at íðka ítrótt sjálvur, er tað ikki verri enn so, at eg eri ein av teimum, sum trúfastur fari til allar heimadystirnar hjá KÍ, leggur hann afturat.

Tann pensjóneraði Alex Sólstein hevur ikki sett seg við køksborðið í friði og náðum at hyggja út ígjøgnum vindeygað. Nei, hann hevur framvegis nógv at takast við, og nú er tað serliga frítíðarítrívið - tónleikurin - sum hann brúkar tíðina til.

Og hann er ikki bangin fyri at brúka nýggjastu tøknina, tá hann skal loysa uppgávur av ymsum slagi. Teldan er hent arbeiðsamboð, og tað eru teldupostur, internet og skannari eisini.

Hann er skúlastjórin, sum hevur hitt 45 árgangir av klaksvíkingum í skúlanum, og í morgin verður hann sjeyti ár.