Skúlastjórin, sum elskar sitrónfromasju

90 sekund við Hanus Joensen, skúlastjóra

Hvat er tað fyrsta tú minnist?

Eg minnist millum annað, tá fyrsta elperan tendraði á Kjalnesi í 1953.


Hvat minnist tú best frá skúlatíðini?

At vit roknaðu fer- og rúmrøtur við hond í barnaskúlanum í Kollafirði hjá Djurholmi.


Hvussu ert tú sum bilførari?

Eg eri ein góður bilførari, sum stundum hevur skund.


Hvat ger teg bangnan?

Lívshóttandi støður.


Hvussu nógv tjenar tú um mánaðin?

Umleið 40.000 krónur.


Hvør er tín yndisdessert?

Har eru fleiri. Men sitrónfromasja er serliga góð.


Hvar/nær hevði tú viljað verið ein fluga á vegginum?

Nei, eg havi onki ynski tann vegin.


Fortel um tín fyrsta muss:

Hann fekk eg frá mammu míni 9. juli 1950


Hvat sigur tú, tá næmingar verða sendir inn til stjóran?

Eg sigi teimum orsøkina til prátið og lurti væl eftir teirra frágreiðingum. Orðaskifti og avtali við teir um veruleikakent mennandi framhald í skúlagongdini.


Hvat er flóvisligt?

At verða mintur á tað sjálvsagda.


Hava tú og frúan felagsøkonomi?

Ja.


Hvør jólakaramella er best?

Tær í blákollutu bjálvingini.


Hvat hevur tú ein veikleika fyri?

Góðum mati og strongdum støðum.


Hvat ert tú gleðast yvir, við tíni egnu útsjónd?

Nøgdur við heildarstøðuna.


Hvør núlivandi føroyingur er ordiliga kulur?

Kulur - so meinar tú ung fólk, giti eg. Kundi nevnt fleiri av okkara næmingum, men taki kortini tveir burturúr fyri serliga djúphugsið, dúgligt og miðvíst arbeiði: Helgi Ziska, altjóða meistari í talvi, og Mattias Kapnas, klaversnillingur, sum báðir tóku víðkað fólkaskúlaprógv í Kommunuskúlanum í 2007.


--


Navn: Hanus Joensen

Aldur: 59 ár

Heimstaður: Tórshavn

Yrki: skúlastjóri

Familja (kona og børn): Brynhild Mohr Joensen

børn: Anna Mohr Holm, Heini Hanusarson og Tummas Pauli Hanusarson.