Í Frítíðarskúlanum í Hoyvík verður skúlastova gjørd til børn við serligum tørvi, bar børn í 1. og 2. floki skulu ganga í skúla og í frítíðarskúla.
Í summarfrítíðini verða stórar hølisbroytingar gjørdar í frítíðarskúlanum í Hoyvík. Høvuðsendamálið við hesari broyting er, at børn við serligum tørvi fáa betur hølisviðurskifti. Í teimum nýggju hølunum koma børnini úr 1. og 2. flokki at ganga í skúla og frítíðarskúla.
Tað gamla verkstaðið í frítíðarskúlanum verður umgjørt til skúlastovu til børn við serligum tørvi, somuleiðis sum kjallarin í frítíðarskúlanum verður gjørdur um til goymslu, kreativt verkstað og rúm til húsavørð.
Arbeiði byrjar beinavegin og skal vera liðugt til skúlabyrjan 16. august 2010. Hetta eru stór framstig fyri børn við serligum tørvi, sum í hesum døgum eru nógv skerd. Her fara námsfrøðingar og lærarar at arbeiða bæði í skúla og frítíðarskúlahøpi. Umsitingin hjá Tórshavnar kommunu og frítíðarskúlin, hava arbeitt við hesari ætlan í eitt ár. Tørvurin er sera stórur fyri at fáa skipaðu viðurskiftu, fyri børn, sigur Levi Mørk, sum bæði er leiðiari í Frítíðarskúlanum í Hoyvík og býráðslimur í Tórshavnar kommunu.