Tórshavnar Kommuna:
Tórshavnar Ítróttarráð miðsavnar aftur í ár virksemið á parkeringsøkinum á Skálatrøð, har eitt stórt tivoli verður sett upp. Parkeringsøkið verður stongt fyri parkering nú leygarkvøldið, og so verður farið at stilla tjøld og annað upp.
Meðan ólavsøkan er, mælir Tórshavnar kommuna til at parkera við m.a. Skipasmiðjuna, SMS og í Gundadali, og minnir á, at Bussleiðin koyrir oman í Steinatún, um ein parkerar eitt sindur uttanfyri miðbýin.
Soleiðis koyra bussarnir á ólavsøku.
Á middegi 1. august er Skálatrøð aftur tøk til parkering.