NORÐURLOND
Í sambandi við, at Norðurlandaráðið í ár hevur hálvt hundrað ár á baki, varð kapping útskrivað herfyri, har endamálið var, at ung í Norðurlondum skuldu skriva eina tekst um Norðurlond í dag og um 50 ár. Nøkur hundrað ung í Norðurlondum hava sent sítt íkast, og vinnarar eru nú funnir, ein úr hvørjum Norðurlandi. Hesa vinna eina ferð fyri tvey til eitt annað Norðurland. Føroyingurin, sum vann, er 19 ára gamla Rannvá F. í Stórustovu, sum býr á Signabø og gongur á Handilsskúla á Kambsdali. Grundin til, at Rannvá sendi inn til kappingina, var ein skúlauppgáva.
- Vit fingu álagt at skriva eina uppgávu um evnið, og so kundu vit, um vit høvdu hug, senda tað, vit skrivaðu inn. At skriva sjálvan tekstin var ikki so ringt, men at avmarka meg til eina síðu var ringt. Tað er ringt at skriva stutt. Men tað er gott at fáa møguleikan at skriva nakað gott um nakað, vit eru saman um, sigur Rannvá F. í Stórustovu.
Ferðina, hon hevur vunnið, verður til Danmarkar saman við sjeikinum.
Hini sum vunnu eru Lærke Vestergaard Christensen, sum er 15 ár og býr í Bælum í Danmark, Eline B. Thomassen, sum er 17 ár og býr í Mjøndalen í Noreg, Malin Sundbom, sum er 16 ár og býr í Sandviken í Svøríki, Gígja Hólmgeirsdóttir, sum er 15 ár og býr í Reykjavík í Íslandi, og Viivi Tikkanen, sum er 20 ár og býr í Helsingfors í Finnlandi.
Teksturin hjá Rannvá eitur Ein størri liður í egnum samleika. Hann ljóðar soleiðis: Tú ert ein vera við fleiri ymsum samleikum. Yvir fyri tær sjálvum ert tú ein ávísur, við egnum samleika, í familjuni hevur tú aftur ein annan samleika, og somuleiðis tá tú ert millum vinfólk. Tá tosað verður um, hvar ein kemur frá, finnur tú samleika tín í tí bygd ella býi, tú kemur frá, og verður farið út um landoddarnar, setir tú tín samleika á ta tjóð, tú ert frá. Longur út farið verður í hesu ketu, fleiri gerast tey, ið tú deilir hendan ávísa samleika við, og fleiri tey gerast, sterkari verður hesin samleikin.
Soleiðis ert tú ein partur av Norðurlondum. Um tú fert til eitt fjarskotið land, og skal siga, hvar tú kemur frá, er ikki vist at hesi kenna júst títt land. Tá kanst tú við stoltleika og røttum ryggi siga, at títt land er limur í Norðurlondum, og fá munnu tey vera, ið ikki kenna okkurt av hesum átta vøkru londum. Í eini tílíkari løtu ert tú bundin so fast at tínum samleika við at vera norðurlendingur, tí at tá kenna fólk teg, sum ein part av Norðurlondum.
Samstarvið, ið skapar samleikin hjá hesum átta londum, ið Norðurlond umfata, hevur staðið sterkt í mong mong ár, og kemur vónandi at vara í eitt æviskeið. Eg eri nógv. Eg eri ein norðurlendingur.