Skúlavígsla á Eiði leygardagin

Leygardagin verður skúlavígsla á Eiði. Eisini verður nýggja ítróttarhøllin tikin í brúk hendan dagin

Skúlavígsla

Eiði:Nýggi tilbygningurin til skúlan á Eiði verður vígdur leygardagin. Eisini nýggja ítróttarhøllin, sum bygd er saman við skúlanum, verður tikin í brúk hendan dagin.
Hátíðarhald verður á Eiði frá morgninum av leygardagin. Byrjað verður klokkan hálvgum ellivu, tá Emil Olsen, prestur, fer at víga nýggja partin av skúlanum.
Talan er um serstovur og tílíkt, sum kravt er eftir nýggju skúlalógini, sum bygt er upp í skúlan vestureftir. Hesar stovur eru sambygdar við ítróttarhøllina, sum stendur í forlongilsi av skúlanum út eftir Horni.
Eftir at prestur hevur vígt skúlan, verða røður hildnar av milum øðrum borgarstjóranum, Tordi Niclasen, formanninum í bygginevndini hjá kommununi, Edvardi Paula Ejdesgaard og ætlandi landsstýrismanninum við mentamálum, sum í skrivandi stund eitur Høgni Hoydal. Skúlabørn av Eiði fara eisini at syngja undir hátíðarhaldinum, sum verður.
Eftir sjálva vígsluna verður høvi hjá fóki at sígja skúlan og ítróttarhøllina, og aftan á verður borðhald fyri teimum, sum komin eru til hatíðarhaldið.
Tilbygningurin, sum gjørdur er, er rímiliga stórur. Skúalparturin er umleið 600 fermetrar, og høllin við teimum rúmum, sum hoyra til, er umleið 1.400 fermetrar, ella umleið 2.000 fermetrar tilsamans. Øll verkælanin kostar umleið 20. milliónir krónur, sigur Tordur Niclasen, borgarstjóri á Eiði.
Eiði er gomul hondbóltsbygd, og rímiligt verður eingin hallarvígsla uttan hondbóltsdystir.
Sum vanligt er við slík høvi, verða tað fortíðarinnar stóru nøvn, sum fara at vísa síni kynstur aftur.
Fyrst á skránni eru tveir dystir við gomlum leikarum. Fyrri dysturin, sum verður klokkan 17, verður millum »old girls« hjá EB og Sóljuni. Hetta eru kvinnur, sum í sjeytiárunum og har umleið spældu nógvar dystir hvørjar móti øðrum. Tó varð ikki tá spælt á linoleumsgólvi, uttan á asfalti uttandura. Bæði á Eiði og í Sandavági.
Og gamlir kenningar hjá hondbóltsspælarum á Eiði sum alla aðrastaðni í landinum eru eisini vestmenningar. Nógvar dystir hava hesir menninir spælt hvør móti øðrum, sum eftir kvinnudystin fara at spæla ein »old boys« dyst. Eb og VÍF.
Men ikki er tað bara gamla tíðin, sum verður at síggja á vølli. Eisini hevur EB mannað tvey lið við teimum yngru fólkunum, sum far aat bjóða triðju deild hjá ávikavist Kyndli og Stjørnuni av. Kvinnurnar hjá EB spæla móti Kyndli, og menninir hava fingið klaksvíkingar á vitjan.