Skúlbrak á torginum í SMS

Í dag og í morgin setta tey skúlabørn í fokus í SMS. Fyr­ilestrar um at lesa fyri børnum og undirhald við Meylu eru á skránni.

Í Rit og Rák fara Bjørghild Djur­huus og Gitte Klein hava fyrilestur frí ggjadagin klokk­an 16.30. Gitte sigur frá um týdn­ing­in at lesa fyri børnum og Bjørg­hild sigur frá um broyt­ing­arnar hjá barninum, um at byrja í 1. flokki.
Fríggjadagin og leyg­ar­dag­in er stórt tiltak í Torginum í SMS fyri øll skúlabørn. Tey, ið júst eru byrjað í 1. flokki, fía ein gávuposa við ymiskum gávu­­lutum, sum eru góðir at hava til skúlabyrjanina. Í pos­a­num er mateskja, góð mat­pakk­a­hugskot, tímatalva, rokn­i­talva, vinabókin »Vinir mín­ir« og nógv annað.