Ofta spyrja fólk, hví vit hava slík tiltøk, og hví vit sum heild hava evangeliskt arbeiði millum føroyingar, »tí tey skilja danskt«.
Umleið somu málbering høvdu maktmenninir í Føroyum í einar 4 øldir aftan á »øvugtu« trúbótina í Føroyum ? øvugt tí hon kom at virka øvugt av hugsanum Luthers viðvíkjandi móðurmálinum í Føroyum innan kirkju- og skúlagátt. Eg fegnist stórliga um, at Luther tordi at gera tað, sum hann gjørdi, og stórur spurningur er, hvussu persónliga kristnilívið og kirkju- og samkomulívið hevði sæð út í Norðurlondum, um hann ikki hevði verið. Men hugsan hansara, um at fólk skuldu hava Guds Orð á hjartamálinum, var seinkað 400 ár í Føroyum.
Hóast »tey skiltu danskt«, so fóru menn undir at umseta Bíbliuna til føroyskt og at skriva sálmar og sangir á móðurmálinum, tí móður(hjarta)málið hevur annan puls og aðra takt (og annað hjartalag) enn fremmanda málið, hóast vit skilja tað.
Vit skipa fyri slíkum føroyskum kristiligum stevnudegi, tí okkum tørvar at koma saman um Orð Harrans og at syngja sálmar og sangir á móður(hjarta)málinum ? hóast vit til gerandis eru í donskum kirkjum og samkomum.
Seinastu 6 árini hava nógvir føroyingar verið í útlegd her á Flatlondum, tí kreppa var heima á landi. Tað var gott fyri okkum her niðri at hava so nógv fólk her, og hesa tíðina í fjør vóru vit nógv savnað til slíkan stevnudag í Esbjerg. Nú eru nógv flutt heimaftur, og tað fer at merkjast; men vit vóna, at nógv úr ymsum kirkjuliðum fara at finna vegin til Odense á stevnu.
Líta vit yvir Danmarkskortið, so eru her og har »hvítir plettir«, har fyrr ar boðið til kristiligar fundir. Nú eru kanska ov fá at bera, tí so nógv eru flutt heim ? ella er tað ov strævið í longdini at standa í føroyskum kristiligum verki í spenningsfeltinum føroyskt/danskt. Ein slíkur stevnudagur kann so vera høvi hjá føroyingum her og har at koma saman ein heilan dag til hugna og álvara.
Nakrir av teimum, sum fara at bera nakað fram, eru Jens Olsen úr Herning, Øssur Berghamar av Amager, Páll Dam Hansen úr Faaborg og Poul Jóhan Djurhuus av Glyvrum. Jens Smith úr Bogense vil gjarna gleða okkum við fiólspæli (m.a. gomlum føroyskum sálmaløgum).
Kratholmskolen er kristni frískúlin í Odense, og hann liggur í útsynningspartinum av hesum ævintýrbýnum, sum er um at vera mest kriminaliseraði býurin her á landi, (tí er tað eisini av týdningi ikki at geva skarvin yvir, men at koma saman um Orð Harrans). Tað er lættast at finna skúlan við at koyra frá motorvegnum við nr. 52, og so at koyra ímóti Assens til Bellinge ? snara til høgru har (eftir Brændekildevej) ? til vinstru (eftir Rughøjvej) og so til høgru (eftir Byghøjvej), skúlin liggur ovast á hesum vegnum.
Um onkur ætlar sær at koma, so hevði verið gott at fingið boð einar tveir dagar frammanundan, so vit fingu eina hylling av, hvussu nógvar frikadellur, vit skulu steikja.
Árni Helmsdal,
tlf. 65 96 13 73