Klaksvík: Í eina tíð hevur ein arbeiðsbólkur arbeitt við at lýsa og gera eina tilráðing um ein nýggjan húsarhaldsskúla.
Seinnapartin í dag varð kunnandi fundur um hetta, har dentur varð lagdur á at vísa týdningin av einum slíkum skúla í nútíðar føroyska samfelagnum.
Í upplegginum verður víst á, at skúlin hevur verið í støðugari menning og hevur dugað at laga seg eftir tíðini. Hinvegin hava umstøðurnar á skúlanum ikki verið tær bestu:
- Skúlin er snøgt sagt ov lítil og livir ikki upp til krøvini í dag. Loysnin uppá hetta er at byggja nýggjan skúla, sigur nevndin í síni tilráðing.
Í nevndini hava sótu Bernhardina Klein, Agnar á Dul, Sverri Michaelsen, Elisabeth Akursmørk og leiðarin á skúlanum, Jóhanna á Tjaldrafløtti.
Dentur verður lagdur á, at stórur partur av innleggingunum á sjúkrahúsunum hava sín uppruna í til dømis ovurfiti, alkoholmisnýtslu og sukursjúku.
- Endamálið við skúlanum er at læra næmingarnar um sunnar kostvanar. Ein íløga í ein nýggjan skúla verður tí skilagóð, tí tað er bæði betri og bíligari at fyribyrgja enn at viðgera, verður sagt.
Eftir ætlan verður skúlin einar 2000 fermetrar stórur og fer at kosta um 30 mió krónur.
Hann fer at hava fleiri skúlastovur, kømur og útgerð, og fer í allar mátar at skapa munandi betri umstøður til tey ymisku skeiðini, sum Húsarhaldsskúlin skipar fyri gjøgnum árið.
Bíðilisti hvørt ár
Í samfull 33 ár hevur Húsarhaldsskúli Føroya tikið ímóti næmingum úr øllum landinum. Íalt hava hundraðtals næmingar úr øllum landinum gingið her ta tíðina, sum skúlin hevur virkað.
Pláss er einans fyri 21 næmingum á hvørjum skeiði, og er hetta alt ov lítið til at nøkta tørvin á teimum sum hava hug at taka tey styttru skeiðini ella eitt 26 vikur langt húsarhaldsskeið í Klaksvík.
Síðani 1999 hevur skeiðið verið fullteknað, og árið eftir vóru næmingar eisini settir á bíðilista.
Hóast hetta, er bíðilistin bara vaksin ár undan ári, og tá skeiðið byrjaði í august mánaði í ár vóru ikki færri 40 næmingar á bíðilista.
Skúlin fær haraftrat javnan fyrispurningar um at skipa fyri ymiskum skeiðum, men vegna plásstrot eru ikki møguleikar fyri hesum í løtuni.
Eingin ivi er tó um, at verður ein spildurnýggjur skúli bygdur til at kunna taka ímóti 40 næmingum á hvørjum skeiði, fer hetta at geva ein heilt annan skúla og munandi betri umstøður til næmingarnar.