Skúlin er fínur - men ikki skúlatingini

SKÚLANÆMINGUR - Mær dámar best at spæla við telduna og við Playstation, tá eg eri heima. Men at sparka bólt, tað tími eg slett ikki, sigur Gestur Hansen, sum gongur í 3. flokki í heimbygdini Funningsfirði.

Funningsfjørður: Einaferð æt tað “Fer hvirla yvir Funningsfjørð”, men soleiðis er ikki í dag, henda mikudagin í farnu viku.
Tað er dýrdarveður úti, men bítandi kalt. Kavin liggur tjúkkur, blankur og nýlagstur her í lítlu bygdini, sum liggur við fjørðin av sama navni.
Leitar tú eftir skúlanum í Funningsfirði er ikki lætt at finna hann, um tú ikki beinleiðis veit, hvar hann er. Hann líkist meiri eini vanligum sethúsum við einum stórum garði og hegni uttanum.
Og tá tú fert innar í skúlan er heldur ikki mangt ið boðar frá, at her er ein skúli við fleiri næmingum á trimum floksstigum. Her hoyrist ikki eitt einasta ljóð.
Men børnini eiga at vera í skúlanum, tí tað prógva bæði sporini í kavanum uttanfyri og øll skógvapørini í gongini. Og nú hoyrist brádliga ein hosti úr einari stovu.
Herinni sita teir báðir, Gestur og Samson og hava føroyskt. Samson er farin undir eina skrivliga uppgávu, men á borðinum hjá Gesti liggur føroysktbókin brett upp á Øskudólg og Sópingarkonu.
- Mær dámar væl at lesa í bókum, men ikki akkurát í skúlabókum, kemur tað stutt og greitt frá Gesti.

Góður lærari
Skúlin í Funningsfirði er ein av smáu bygdarskúlunum í landinum. Og her hava børnini gingið og trivist í mong ár.
Henda mikudagin var Gestur sum vanligt farin í skúla við tasku síni á bakinum. Tað var lagstur nakað av kava um náttina, men tað tók einki frá hugi hansara at fara í skúlan til undirvísingina og fyri at hitta hinar næmingarnar.
Gestur er í mangar mátar heppin. Í flokki hansara er bert tann eini næmingurin umframt hann. Tað er Samson Mikkelsen sum býr í Søldarfirði.
Tað hepna hjá teimum báðum er, at teir báðir kunnu skiftast um ein og sama lærara, í hesum føri einalærara teirra, Emil Jacobsen av Skála.
- Jú, Emil, hann er ein góður lærari, sigur Gestur. – Og tað eru hinir eisini.

Skúlating
Tað er sjálvandi altíð misjavnt, hvussu børnum dámar at ganga í skúla. Men sum heild trívist Gestur væl í barnaskúla sínum.
- Mær dámar væl at ganga í hesum skúlanum, sigur hann avgjørdur.
Men so kemur eisini orsøkin til hetta avgjørda svarið: - Eg kenni jú ikki til nakran annan skúla.
Honum dámar væl skúlan og skúlagongdina. Men tað er kortini eitt einstakt sum dregur hugin niður, og tað er heimaarbeiði.
- Skúlin er fínur, men tað eru skúlatingini sum mær ikki dámar. Mamma sigur við meg, at eg skal gera tey. Og tað má eg so bara.

Horrible
Lærari hansara slær fast, at Gestur dugir sera væl at lesa - ja, hann lesur í roynd og veru sum ein prestur á føroyskum. Hinvegin gongur eisini væl við tí enska málinum.
- Eg plagi at lesa í eini enskari bók sum eitur “Horrible Sciense”. Torkil, ein vinmaður, fortaldi mær, hvat tað eina orðið merkti á enskum, og so kom gongd á.
- Nú gongur betri, sigur Gestur, sum ætlar sær at gerast elektrikkari, tá hann verður stórur.
Væl stuðlaður av allari vísindini oghentu upplýsingunum í bókini hevur hann sett sær fyri at lata eitt megnaravrik úr hondum:
- Eg ætli mær at gera ein kempistóran transformara, sum kann brúkast til alt.
Áðrenn hann kemur so langt, má hann ansa eftir ikki at leypa nakað um í dagliga setninginum í skúlanum: Um, tað nú eydnaðist Øskudólgi at sannføra Sópinarkonuna um, at hann var maðurin í hennara lívi.
- Ja, tað má eg heldur.



1 uppgáva - 50 ting
Gesti Hansen dámar væl at lesa. Men so er tað rokningin. Tað er ein onnur søga.
- Tað er næstan ómøguligt at rokna. Lærarin sigur at eg skal, og tað siga mamma og babba eisini. Men tey skilja meg ikki ordiliga.
- Tí, - eitt stykki í bókini er bara ikki eitt stykki. Skal eg rokna eitt stykki, so er tað sum at hava 50 ting í høvdinum ísenn. Og eg klári altso bara eitt ísenn, slær hann fast.


Bræv til Kaj Leo
Øllum børnum dáma væl at fáa summarfrí, og her er Gestur einki undantak.
Tað er tó ein trupulleiki, eftir hansara sannføring: Summarferian er alt alt ov stutt. Men tað ætlar hann at gera nakað við.
- Eg ætli mær at skriva eitt bræv til løgmann, og biðja hann gera tað so, at vit fáa longri summarferiu, sigur Gestur spentur á málinum.
Hann veit tó, at tað fer neyvan at henda. Orsøkirnar til tað eru tvinnar í tali:
Í fyrsta umfari, tí at Kaj Leo Johannesen bara lurtar eftir sínum egnu børnum.
Og í øðrum lagi er tað so, at løgmaður eisini bara lurtar eftir gomlum fólkum.
Men hann kann so altíð royna. Kanska Kaj Leo ger eitt undantak. Tað er jú valár!