Skúlin fram um tunlar

- Vit krevja hægri játtan til innskúlingina og undirvísingartilfar beinanvegin, sigur Heidi Petersen úr Tjóðveldisflokkinum. Hon sigur kortanei til at játta pening til verkætlanina við Eysturoyartunlinum, fyrr enn skúlin hevur fingið sítt

Heidi Petersen úr Tjóðveldisflokkinum letur væl at aðalorðaskiftinum um fólkaskúlan í tinginum í gjár. Men hon sigur samstundis, at Tjóðveldisflokkurin krevur, at samgongan tekur ítøkilig stig til eykajáttan í hesari tingsetuni, tí annars ger flokkur hennara tað.

Skúlin fremst
Hon sigur við Sosialin, at nú skal fólkaskúlin í fremstu røð og onki annað hevur størri týdning í løtuni.
- Eg sigi kortanei til at binda landið at gjalda 2-300 milliónir til vegagerð og annað í sambandi við undirsjóvartunnilin til Eysturoynna, sum eitt privat felag hevur tikið stig til, sigur Heidi Petersen.
- Við mínum góða vilja kemur tað undir ongum umstøðum uppá tal at játta eitt oyra til slíkar verkætlanir, sigur hon.

Tvey øki
Undir orðaskiftinum í gjár, har Heidi Petersen var framsøgufólk í skúlamálum, savnaði hon seg serliga um tvey øki: fleiri tímar til innskúlingina og hægri játtan til undirvísingartilfar. Og eins og tey hini framsøgufólkini, bar hon fram, at tilmælini frá landsstýrismanninum um at hækka tímatalið til innskúlingina vóru í so varin.
- Eg skeyt upp, at vit hækka tímatalið til 1., 2. og 3. flokk upp á støðið sum er í hinum Norðurlondunum. Sostatt skal 1. flokkur úr 18 upp í 25 tímar, 2. flokkur úr 20 upp í 28 tímar og 3. flokkur úr 24 upp í 30 tímar, sigur Heidi Petersen. Hon metir, at hetta hevði kosta einar 10-12 milliónir krónur.

Breiða semjan
Heidi Petersen metir tað vera neyðugt at spjaða játtanina yvir eini tvey ár, so til ber at fyrireika tað. Hon fegnast annars um, at tað tóktist sum at grundarlag var fyri einari breiðari semju, tvørtur um floksmørk og samgonguskeið í sambandi við aðalorðaskifti í gjár.
- Vit eru villig til at gera eina semju viðvíkjandi fólkaskúlanum, sum allir flokkar taka lut í, sigur Heidi Petersen.