»Skúlin fyri øll ? hvussu fáa vit hann«

   

Ì samband við, at árið í ár er útnevnt ár teirra brekaðu, skipar Javni fyri ráðstevnu við yvirskriftini "Skúlin fyri øll ? hvussu fáa vit hann"
Um útbúgving
Grein 3 í stevnumiðunum hjá Javna sigur, at:
?Børn og ung við menningartarni hava ? sum øll onnur ? rætt til skúlagongd, sum skal vera lagað til tørvin hjá tí einstaka. Hetta tilboð skal í størst møguligan mun vera í vanliga skúlanum. Serskúli skal bara brúkast í serstøkum førum, tá tørvur barnsins krevur tað.

Hóast stór framstig nógvastaðni, metir Javni, at enn er langt á mál á skúlaøkinum.
Vit hava tí fingið skúlafólk við royndum á sernámsfrøðiliga økinum úr Íslandi og Norra, umframt roynt skúlafólk her á landi at halda fyrilestrar.
Harumframt er ein hópur av skúlafólki, foreldrum og næmingum, ið sita við royndum, sum kunnu verða til gagns fyri onnur. Men bert um tað verður greitt frá teimum. Javni ynskir at fáa sett orð á bæði gott og minni gott, fyri harvið at kunna læra av royndunum.
Fyrilestur í Studentaskúlanum á Kambsdali
Byrjað verður í studentaskúlanum á Kambsdali fríggjakvøldið við almennum fyrilestri við heitinum "Skolen for alle ? ideologiske aspekter". Eftir fyrilesturin verður orðaskifti afturvið einum drekkamunni.
Tað er norðmaðurin Leif A. Fiskvik, sum fer at halda fyrilesturin.
Hann er lærari og hevur universitetsútbúgving innan búskap og leiðslu. Hann arbeiðir sum rektari á einum ungdómsskúla í Kristiansund, og hevur ymisk álitisstørv í norska undirvísingar- og granskingarmálaráðnum.
Leif hevur drúgvar royndir innan skúlaskap, og hevur serligan áhuga og royndir í tí "inkluderandi" skúlanum. Leif er pápi at 34 ára gamlari kvinnu við menningartarni og øðrum brekum. Hann er eisini nevndarlimur í systurfelagnum hjá Javna: "Norsk Forbund for Utviklingshemmede" NFU.
Ráðstevnan á Føroya Sjómansskúla
Leygardagin verður sjálv ráðstevnan hildin á Føroya Sjómansskúla. Hon verður sett kl. 9.30 av Annitu á Fríðriksmørk, mentamálaráðharra. Seinni um dagin fer Annita at halda fyrilestur við heitinum "Framtíðarætlanir í sambandi við undirvísing av børnum við serligum tørvi".
Á ráðstevnuni fer Leif Fiskvik aftur at halda fyrilestur. Hesu ferð við yvirskriftini: "Hvad må der til, for at det skal være muligt å skape en skole for alle".
Hans Eli Dahl, lærari, serlærari og stjóri fyri alt sernámsfrøðiliga økið í Føroyum fer at greiða frá "ítøkiligum ætlanum á sernámsfrøðiliga økinum".
Íslendska Halldóra Haraldsdóttir, cand.polit, lærari og serlærari, fer at halda fyrilestur við heitinum: "Vegurin frá serskúla til vanligan skúla ? hvussu loysa vit forðingar á vegnum?". Halldóra hevur verið rektari á serskúla og fólkaskúla. Nú er hon lektari á lærara- og pedagogútbúgvingunum á universitetinum í Akureyri.
Bólkaarbeiði
Fyrilestrarnir eru grundarlag til bólkaarbeiði, sum verður seinni um dagin, har luttakararnir velja seg inn í ein bólk, til at viðgera ávís øki innan skúlan meira gjølla, við tí fyri eyga at vísa á nýtilig amboð.
Heitini á bólkunum eru
2.Fyrireikingar áðrenn barnið fer í skúla
3.Fyrstu skúlaárini
4.Seinnu skúlaárini
5.Barnið sum ikki megnar vanligan fólkaskúla
6.Samskipan av degnum ? heimið, skúlin, frítíðin

Til kveikjan av orðaskifti í bólkunum hava vit fingið eitt foreldur og eitt starvsfólk at halda eitt stutt innlegg um teirra royndir. Í hvørjum bólki er eisini settur ein samskipari og ein skrivari, sum bæði eru starvsfólk.
Aftaná bólkaarbeiðið fara skrivararnir at leggja fram niðurstøður og hugleiðingar frá teimum 5 bólkunum. Til síðst verður drigið samanum.
Javni vónar og væntar at ráðstevnan fer at flyta mørk í skúlahøpi.