Í hesum døgum eru 25 ár síðani, at skúlin í Hoyvík varð tikin í nýtslu. Tá vóru 77 næmingar og seks lærarar á skúlanum.
Upprunaliga var skúlin bara ætlaður til sjey flokkar . Men nógv vatn er runnið hesi seinastu 25 árini, og so hvørt sum íbúgvatalið í Hoyvík er vaksið, er næmingatalið eisini fleirfaldað í skúlanum ? skúlabarnatalið vaks nógv skjótari enn væntað.
Í 1992 var skúlin útbugdur til tað dupulta, men næmingatalið bara vaks ár um ár.
Við skúlaársbyrjan í ár eru tríggjar skúlastovur komnar afturaat ? og ein ítóttarhøll, nevnd Hoyvíkshøllin.
Nú eru 17 vanligar skúlastovur og 19 flokkar í skúlanum. Næmingatalið er 439, og lærararnir eru 30 í tali.
25 ára dagurin hjá Hoyvíkar Skúla verður hildin í morgin, fríggjadagin. Fyrrapartin verður serstakur skúladagur saman við næmingunum við ymiskum tiltøkum. Seinnapartin kl 14 ? 16 er skúlin opin fyri vitjanid.