Í dag, 18. august, eru 25 ár, síðani Porkeris skúli varð tikin í nýtslu, og tað verður hátíðarhildið. Porkeris skúli varð tikin í nýtslu 18. august í 1984. Skúlin er skipaður við sjey ára skúlagongd, og síðani halda næmingarnir fram í framhaldsdeildini í Vági.
Í løtuni eru 24 næmingar í Porkeris skúla. Lærararnir eru fýra, tveir eru í fullum starvi, og tveir eru niðursetta tíð, skrivar Suðurrás.
Í sambandi við 25 ára dagin verður skipað fyri morgunmatarborði og myndaframsýning í skúlanum leygardagin tann 22. august frá klokkan 10.00 til 13.00, og har øll eru hjartaliga vælkomin, skrivar Suðurrás á heimasíðuni.