Í hesum døgum eru fýra ár, síðani Fiskivinnuskúlin í Vestmanna flutti í tann nýggja skúabygningin, og hesi fýra árini hevur tann gamli skúlin staðið tómur.
Bjarni Wilhelm, deildarstjóri í mentamálaráðnum, sigur, at tey hava havt samskifti við fólk, sum hava havt áhuga í húsunum, men at einki ítøkiligt er komið burturúr.
-Tað hevur verið frammi, at vit áttu at selt húsini, uttan at nøkur niðurstøða er gjørd. Verður einki annað virksemi har, kann verða, at stig verða tikin til at selja húsini í summar, sigur deildarstjórin.
Tað var í 1989, at landið keypti húsini í Vestmanna til at hýsa Fiskivinnuskúlanum. Húsini eru í trimum hæddum, og hvør hæddin er umleið 125 fermetrar.
(Mynd: Birgir Waag Høgnesen)