Fólkaskúlin má taka sína ábyrgd í at fáa í lag eitt gott samstarv við Musikkskúlan, og fyri at skapa eitt mentarligt forum má samstarv og samskipan til millum nógvar partar. Tað segði norðmaðurin Tormod Bjørnstad, leiðari fyri áhugafelagið Musik i Skolen, undir musikkskúla ráðstevnuni í Norður-landahúsinum um vikuskiftið.
Undir fyrilestrinum »Skolen som kulturarena« meinti Bjørnstad millum annað at Fólkaskúlans leiðslur mugu taka ábyrgdina fyri einum heildarligum mentanararbeiði í sínum umráði.
»Skúlin má hava ein persón við ábyrgd fyri tí mentanarliga,« segði Bjørnstad, »og eitt mentanarligt forum eigur at verða skipað, soleiðis at Musikkskúlin gerst ein resursu miðdepil, samstundis sum skúli og frítíð verða betur samskipað.«
»Teir partar ið mugu samstarva um eitt ment-an-arligt forum, eru Fólkaskúlin við einum serligum mentanar samskipara í starvi, kommunan, Musikkskúlin, áhugafeløg og ymiskir felagsskapir, vinnulívið, og einstaklingar herundir sjálvboðin for-eldur; síðani skal eisini eitt stýri vera fyri tað mentanarliga forumið.«
»Alt hetta tekur tíð at byggja upp, men vinningurin er stórur: ein heilt onnur motivatión millum næmingar, ein hægri status og størri álvari fyri tónleikin sum yrki, eitt betri samstarv og ein betri stemningur millum foreldur og skúlar, og ein ørgrynna av synergi effektum, fyrst og fremst ment-anarliga, men eisini samfelagsliga og búskaparliga.«