Skúlin í Sumba undir slóðbrótandi virksemi

?Skúlin í Sumba er tann fyrsti í Føroyum, sum bjóðar undirvísing í nýggjum radiosamskifti, sum verður krav um stutta tíð

 

Samskifti


Í Sumba hava tey víst, at eisini úti á bygd í Føroyum ber til at fara undir slóðbrótandi virksemi.

Skúlin í Sumba er nevniliga fyrsti í skúlin Føroyum farin undir eina spildurnýggja

útbúgving.

Tað er kvøldskúlin í Sumba, sum er farin undir eina útbúgvin í einum nýggjum slagi av radiosamskifti.

Talan er um tað, ið verður nevnt SRC, sum stendur fyri Short Range Certificate.

Enn eru heldur ikki sjómannaskúlarnir í Føroyum farnir undir hesa útbúgvingina. Yvirhøvur er tað enn bara í heilt fáum londum í heiminum, at tey eru farin undir hesa útbúgvingina, so sumbingar eru ikki bara slóðbrótararar í Føroyum, teir ganga undan í heimshøpi.

SRC er tað slagið av samskifti, ið kemur fyri gamla VHF-radioprógvið og um heilt fá ár verður tað krav, at allir bátar, størri enn t.d. áttamannafør, skulu hava hesa skipanina.

Skulu vit válka okkum eitt sindur í teknikki, er SRC partur av navigatiónsskipanini, GMDSS í stendur fyri Global Maritime Distress and Safety System, og byggir á DSC-skipanina. DSC stendur fyri Digital Selective Calling.

VHF-DSC vil í stuttum siga at bátar og skip, um tey koma í neyð, bert skulu

trýsta á ein knøtt á VHF-tólinum, so sendur tólið neyðarkall sjálvvirkandi, sum Tórshavnar Radio og bátar og skip, ið hava somu skipan, síðani hoyra.

Er VHF-tólið íbundið ein GPS-ara so boðar tólið eisini frá knattstøðuni, tá ið tað sendur neyðarkall.


Verður krav

Tað er Petur Dahl Nolsøe, fjarritari úr Vági, sum hevur undirvíst í SRC samskifti í skúlanum í Sumba.

Hann sigur, at hetta er samskifti fyri teir, sum hava lítlar bátar, eitt nú útróðrarbátar og alibátar.

Um nøkur heilt fá ár verður tað krav, at allir smábátar, sum eru størri enn t.d. eitt áttamannafar, skulu hava hesa skipanina.

Petur Dahl Nolsøe sigur, at tað eru 11 mans úr Vági og úr sumba, sum hava verið á skeiðum.

Hann hevur áður undirvíst í VHF bæði á Leiti og í Porkeri. Men nú nýggja skipanin kemur, varð hann spurdur, um hann ikki kundi hava skeið í tí eisini. Skeiðið varð lagt í Sumba, tí haðani eru teir flestu av næmingunum

Próvtøkan verður leygardagin. Tá verður tað umboð fyri Fjarðskiftiseftirlitið, sum verður próvdómari.