Hondbóltur
Er tað nakað, sum kollfiringar iðra seg um í hesum døgum, so eru tað helst fimm tey fyrstu umførini av hondbóltslandskappingini.
Tá royndi liðið seg við nýggjari spælskipan, og hetta gekk avgjørt ikki meira enn næstbest. Úrslitið var ein katastrofulíknandi byrjan, ið hótti við at senda kollfirðingar eina deild niður, mest sum áðrenn kappingarárið var byrjað.
Síðani er tó vend komin í. Av seinastu 20 møguligu stigunum hevur KÍF vunnið tey 15, og nú farið verður undir seinasta fjórðingin av kappingini, eru kollfirðingar tvey stig undan kappingarneytunum í finaludystinum, har vinningurin er ein FM-finala móti Neistanum.
Drama
Sunnudagin máttu kollfirðingar tó arbeiða serstakliga hart fyri sigrinum.
Roknað varð frá byrjan við, at talan skuldi verða um eitt brak, og við tveimum verjum, ið løgdu nógv fyri, roynbdu bæði liðini hvør í sínum lagi at køva mótstøðuna.
Fyrstu løtuna eydnaðist hetta nakað nógv betur hjá gestunum, men stríðsviljin hjá KÍF hevur støðugt verið framúr, og teir stríddu seg heilt nær H71, áðrenn farið varð til hálvleiks.
Eftir steðgin helt gongdin fram. Kollfirðingar stríddu seg framum, men við tíggju minuttum eftir av dystinum svaraði H71 aftur. Hetta gjørdist tó seinasta glepsið frá hoyvíkingunum, tí eftir eitt time-out leyp KÍF aftur avstað. Teir skoraðu fýra ferðir á rað, og hóast teir fingu ikki færri enn tríggjar útvísingar seinastu løtuna, so eydnaðist tað at fáa klokkuna at ganga somikið væl, at hon at enda fór um teir 60 minuttirnar, meðan KÍF enn var á odda.
Fakta um dystin
KÍF-H71 26-25 (13-15)
10 min: 5-7
20 min: 9-12
40 min: 16-15
50 min: 20-18
Málskjúttar
KÍF: Niklas Reginsson 8, Ási Dam 5(4), Andrias Nielsen 4(1), Rógvi Weyhe 4, Gert Hansen 3(1), Regin Petersen 1, Tony Weyhe 1
H71: Dánjal Tórgarð 7(3), Janus Sørensen 5, Poul Kjartan Dam 4, Esbern Patursson 3, Hans Kári Hansen 3, Bárður Brimvík 2, Rógvi Sørensen 1
Brostkøst: KÍF 6, H71 3
Útvísingar: KÍF 7, H71 4
Diskvalifikatión: KÍF 1 (3X2 minuttir)
Dómarar: Eyðun Samuelsen & Andreas F. Hansen