Mykjukapping
Leygardagin komandi kl. 14.00 verður mykjukapping á Tórsvølli.
Tað eru HB-stuðlar, ið stuðla fyri hesum tiltaki, sum byrjar kl. 14.00 við politiskum fundi, har umboð fyri ymsu flokkarnar, sum stilla upp til kommunuval í Tórshavn, luttaka.
Fundarstjóri verður fráfarandi býráðslimurin, Kaj Leo Johannesen.
Vinningarnir verða ein oksi og eitt veðrakrov, og veðrur kappngin skipað soleiðis, at tann, sum hevur ognað sær lutaseðilin fyri tað økið, har oksin drítur, vinnur oksan. Veðrakrovið vinnur tann, sum hevur keypt teigin, har veðrurin drítur. Uppmerkingin av økjum og lutaseðlum er skipað soleiðis, at til ber at fylgja við á leið, á hvørjum øki ávíkavist oksin og veðrurin ferðast.
Hvørt øki er ein fermetur, og kostar hvør lutaseðil 100 kr.
Eisini verður høvi at keypa sær ein kaffimun og okkurt ábit afturvið.
Um so er, at økið, har oksin ella veðrurin drítur, ikki er selt, verður vinnarin tann, sum eigur nærmasta økið. Dómarar í kappingini verða Leviur Hansen, Jan Christiansen og Heðin Mortensen.
Lutaseðlarnir kunnu fáast á Kunningarstovuni og á Torsvølli frá kl. 13.00 leygardagin.