Skótalív ? besta lív fyri okkum er

Soleiðis byrjar ein skótasangur, sum vit plaga at syngja, tá skótarnir sita runt um legubálið

Skótarørslan, sum byrjaði í Bretlandi fyri skjótt 100 árum síðani, hevur nógv gott at geva børnum og ungum í dag. Við at fara út í náttúruna við teimum, læra tey at leggja merki til alt tað vakra, vit har síggja og at fara væl um, og at bera seg skilagott at á gongutúrum.
Síðani læra tey at gera okkurt til matna uttandura, og eisini at arbeiða saman í felag, soleiðis at hvør hevur sína uppgávu at loysa.
At sita runt um legubálið og syngja ella framføra okkurt skemt, dámar skótun eisini væl. Síðani verður kvøldið endað við andakt og skótabønin sungin.
Vit KFUM og KFUK skótar leggja eisini dent á, at vit eru við í einum kristinum felagsskapi, soleiðis at kristintrúgvin hoyrir við til lívið.

Skótalív ? besta lív fyri okkum er,
mangt og hvat læra vit har á hvørji ferð
stuttligt er altíð tá hvønn ein bjartan dag,
gjøgnum dal ? upp um fjøll fert tú í góðum lag.
Dagur hvørvur, og nátt er nær,
góði Guð faðir ver hjá mær og tær,
gevur manga góða stund,
alt vit byggja á kristina grund.


Skótafundir eru hvørja viku:

Mánakvøld klokkan 19:Yngri og eldri smáskótar ( frá 7 til 10 ár)
Týskvøld klokkan 19:Miðskótar (11 til 14 ár)
Hóskvøld klokkan 19:Ungdómsskótar ( ung frá 15 ár og eldri, fyrsti fundur 26. aug.)

Skótafundirnir verða hildnir í KFUM og KFUK í Klaksvík