Umhvørvisvikan 2013 hjá Tórshavnar kommunu, sum var í døgunum frá 6. til 12. mai, fekk góða undirtøku.
Sum nakað nýtt hesaferð skuldu bólkar melda seg til ruddingardagarnar fyri at vera við í einum lutakasti um ein vinning, sum var ein sonevndur trivnaðarpakki. Hesin hevði eitt virði uppá 20.000 krónur.
Ikki færri enn 90 bólkar meldaðu til ruddingardagarnar og hesir savnaðu inn 83 tons av burturkasti í Havnini og bygdunum í kommununi.
Í gjár var lutakast millum bólkarnar, har Elin Lindenskov og Heðin Mortensen býráðsins vegna drógu vinnaran. Vinnarin gjørdist Skótaliðið Túgvan í Kollafirði.
Í umhvørvisvikuni var stórt fokus á rudding og planting. Og sera nógv hevur verið ruddað og plantað, serliga eru tað eigarafeløg, skúlar, barnagarðar og stovnar, sum hava verið og ruddað, og sum eisini hava verið ófør til at planta.
Tórshavnar Kommuna útlutaði 5000 plantur til eigarafeløg, skúlar, barnagarðar og stovnar í kommununi.