Eystanstevna
Skótaliðið heldur til í kjallarahæddini í Missiónshúsinum á Glyvrum, har úlvar og skótar hittast hvørt mánakvøld til fundar. Umframt hesar fundir, verða árligar legur hildnar, eitt nú ein jólalega á Kambsdali og ein várlega á Selatrað.
- Við hesum virksemi roynir skótaliðið, sum byggir á kristið grundstøðið, at menna tann einstaka á øllum økjum, bæði kropsliga, sálarliga og fatanarliga, sigur skótaliðið á Glyvrum.
Legur uttanlands
Viðhvørt sleppa eldru skótarnir eisni á legur uttanlands.
- Vit hava havt luttakarar á slíkum legum í eitt nú Danmark, Noregi, Finlandi, Hálandi, Chili og Thailandi, sigur skótaliðið.
Fyri stuttum luttóku nakrir skótar á gonguferðini, "Sandoynna runt".
- Hetta var ein sera krevjandi ferð, har fjallstavur og presending vóru einasta útgerð til bústaðin. Her stóðu okkara skótar seg væl, sigur skótaliðið.
Sjónligir skótar
Úlvar og skótar eru sjónligir við eitt nú at luttaka á skrúðgongum á grækarismessu, flaggdegi og á Eystanstevnu.
- Av øðrum uttandura virksemi hjá skótaliði okkara kann nevnast træplanting við kirkjuna í Rytuvík og umvælingar av varðagøtum í økinum.
Skótaliðið á Glyvrum hevur umleið 100 limir í bygdunum Rytuvík, Æðuvík, Nesi, Toftir, Runavík, Saltangará, Glyvrar, Søldarfirði og Skipanes.