Skúvoyingar sluppu heldur ikki eftir lomvigareggum í ár.
Hetta er annað árið á rað, at teir ikki ræna í einum tí allarbesta fuglaplássinum í landinum.
Tey trý undanfarnu árini vóru skúvoyingar og rændu.
Í fjør viðraði ikki at fara. men tað var ikki orsøkin í ár.
Hesuferð vóru ov fáir, royndir bakkamenn heima, til at tað var hildið at verða ráðiligt at fara.
Tummas Frank Joensen sigur annars, at høvdu teir verið fýra, fimm mans høvdu teir klárað tað , hóast tað er nakað lítið. Men hesuferð bar so ikki til.
Hann sigur annars, at teir vóru hósdagin 28. mai og við kalvalínu og tá lógu 12 egg á Sporinum. Teir plaga at meta seg eftir, hvussu nógv egg eru á Sporinum, sum er niðasta sporið í Sigmundargjógv.
Tað plaga annars at vera eini 14-17 egg í Sporinum tey seinnu árini.
Verpir nógv fyrr nú
Annars sigur Tummas Frank Joensen, at tað merkiliga er, at nú verpir fuglurin nógv fyrr, enn hann gjørdi fyrr.
? Tað gamla var at fara í ræning millum 4. og 8. juni.
? Men tað er ov seint nú. Nú er neyðugt at fara eina viku fyrr, annars er eggið komið í unga.
?Hesi seinnu árini, vit hava rænt, hava vit verið 28. 29. og 30 mai, men longu tá hevur tað longu verið so mikið útligið, at okkurt egg eru komin í stropa.
Hví fuglurin verpur fyrr nú, er óvist.
? Tað kann neyvan hava nakað við hitaviðurskiftini at gera, tí hann verpir eisini fyrr tey køldu várini.
Annars heldur Tummas Frank Joensen, at fuglurin í Skúvoy er í menning.
Men enn er kortini langt eftir, til fuglurin er komin uppá tað, sum hann var fyrr.
Hann sigur, at fugurin er vaksin eini 10% í tali hesi seinastu 8-10 árini, uttan eitt árið, tá ið hann minkaði 30%.
? Fyrr vóru tríggjar milliónir fuglar í Skúvoyarbjørgunum, tá ið hann var uppá tað mesta. Men hann var komin heilt niður á 40.000 fuglar, tá ið hann varð friðaður fyrst í sjeytiárunum.
? Tey fyrstu árini stóð hann í stað, men síðani sildin kom aftur, er hann farin at mennast.
Men í ár fryktar Tummas Frank Joensen aftur fyri fuglinum.
? Tað er syndarliga lítið til av føði. Tú sært ikki eitt tað einasta sildavað.
? So eg stúri fyri, at hetta verið eitt veruligt fellisár til fugl, um ikki broyting kemur í, sigur hann.
Annars er Skuvoy tiltikið ræningarpláss.
Í gomlum døgum tóku teir uppí 42.000 egg í Skúvoyarbjørgunum,tá ið teir fingu mest.
Ringasta árið, Tummas Frank Joensen veit um, fingu teir ikki meiri enn 750 egg.
Havhesurin minkaður
Annars hava skúvoyingar verið eftir nátareggum. Teir vóru ein lítlan túr einir fýra mans, og teir fingu eini 230 egg.
? Sandoyingar hava eisini verið eftir nátareggum, men teir hava latið illa at.
Tummas Frank Joensen heldur, at nátin er í stórari minking.
Ein orsøk til, at nátin er í minking er uttan iva, at tað verður so nógv tikið av náta, og ikki minst nátungum og -eggum.
Harumframt hevur tað uttan iva eisini týdning, at føðin er farin at minka, heldur Tummas Frank Joensen.