.
Sum vit hava frætt, er sonevndi skemtiteigurin sum í gomlum døgum. Har verður tað sagt, ið ongin vil leggja navn til. Tað ger nú heldur onki, um talan er um skemt við viti og broddi. Tíverri hava vit frætt, at gamla sjúkan við at speireka fólk vegna rasu, kropslig ella sálarlig brek ella vegna óhepnar lívsumstøður, heldur fram.
Væntandi var tað tí eisini, at skaðafrøi um óhapp hjá øðrum fór at halda fram sum í gomlum døgum. Ikki minst nú ein tjóðveldistingmaður var fyri óhappi, sum tíbetur - vegna framúr góðan sjómansskap ? ikki gjørdist ein sorgarleikur. At prik koma millum fólk og samanberingar við politikkin, var væntandi. Tað hevur sína sjarmu, sum ongin eigur at taka sær tykni av, tí tað er neyvan illa meint. Men at seta slíkt uppá prent sigur okkum mest um tey, sum skriva.
Tá so umframt ta einføldu skaðafrøina verður borðreitt við beinleiðis óndsinnaðum lygnum undir heitinum skemt, eiga vit at tala at. Vit mugu bara staðfesta: Gott at hetta eru undantøkini, og at hetta landið eisini hevur fostrað onnur fólk. Sum kenna markið millum álvara og skemt og sum kenna markið millum virðing og vanvirðing.
Ikki minst teir sjómenn, ið framvegis lívbjarga hesum landi við sínum egna lívi sum íløgu. Tey sum hava lisið Føroya Siglingarsøgu vita, at hesin, sum nú verður logið uppá, hevur einaferð áður staðið við lívinum hjá sær og manning í stórum vanda. Tað var tá hann gjørdi tað bragd at bjarga manning, skipi og farmi undir ómøguligum umstøðum í ísinum í Grønlandi.
Ting- og landsstýrismanning Tjóðveldisfloksins.
Heini. O. Heinesen, Jógvan Durhuus,
Annita á Fríðriksmørk,
Finnur Helmsdal,
Hergeir Nielsen,
Karsten Hansen, Signar á Brúnni,
Páll á Reynatúgvu,
Finnbogi Ísakson,
Høgni Hoydal