Skaðar herja í B36

Jákup á Borg hevur nógv at hugsa um til Stórsteypadystin

Venjarin hjá B36, Jákup á Borg, hevur nokk at hugsa um til Stórsteypadystin. Hann er uttan tíggju spælarar, sum allir høvdu verið við undir ávísum umstøðum. Erlendur Magnusson, Róaldur Jakobsen, Hugin Samuelsen, Michal Przybylski og Hannes Agnarsson sita allir uttanfyri.

 

Brot úr grein í Sosialinum 28. feburar 2019 

Erlendur Magnusson er úti at kalla alt árið við slitnum krossbandi, meðan Róaldur Jakobsen næstan ikki hevur spælt í eitt ár. Hugin Samuelsen er eisini skaddur. Knæskelin er farin úr lið, og tað verður roknað við, at hann ikki verður tøkur í seks til átta vikur. Michal Przybylski hevur somuleiðis trupulleikar við knænum, meðan Hannes Agnarsson verður spardur. Hann hevur ikki spælt nógv farna árið, men hevur verið á vøllinum seinastu tíðina.

 

Trygvi innkallaður

B36 hevur eisini innkallað málverjan Trygva Askham, tí Símun Rógvi Hansen, Hans Jørgensen og Rói M. Hentze eru skaddir.

 

- Hans Jørgensen kann venja hesa vikuna, men eg vil ikki taka nakar møguleikar við honum. Tí vænti eg, at Trygvi Askham stendur í mál hesaferð, sigur Jákup á Borg.

 

Tveir av yngru spælarunum, sum hava fingið møguleikan í uppstartinum eru Tórur Hardlei og Sveinur Lava Olsen, men teir hava ávísar trupulleikar við snuddum, sum gera at teir ikki verða við.

 

- Hetta er meiri enn ein venjingardystur. Vit spæla um eitt steyp og tað er móti HB. Vit vilja gera nógv fyri at vinna steypið, men sjálvandi við onkrum fyrivarni, sigur venjarin hjá B36 og leggur afturat:

 

- Vit taptu greitt móti HB í VFF-Cup. Nú er ein vika til landskappingin byrjar og tað sær út til, at tað er HB tú skal máta teg við. Tí er hetta ein góður møguleiki hjá okkum at síggja hvar vit standa, sigur Jákup á Borg.

 

Hann leggur at enda afturat, at tað gongur ikki bara illa við skaðum. Alex Mellemgaard hevur verið ivasamur, men verður væntandi tøkur, meðan Bjarni Petersen kann fáa sínar fyrstu minuttir í eina tíð. FM1 sigur frá Steypadystinum, sum verður sunnudagin klokkan 17. FM1 byrjar at senda klokkan 16.30.

 

Vit gita: 
B36: Trygvi Askham – Jónas Tór Næs, Andrias H. Eriksen, Erling Jacobsen, Alex Mellemgaard – Eli F. Nielsen, Ragnar Samuelsen, Lukasz Cieslewicz - Benjamin Heinesen, Árni Frederiksberg – Brian Jakobsen