Skaðar seta sín dám á Champions League

Bæði Barcelona og Arsenal hava nógvar skaðar at dragast við til dystin í kvøld. Hjá Barcelona hava báðir miðverjarnir frá fyrra dystinum, Carles Puyol og Gerard Pique, leikbann til dystin í kvøld. Eisini svenski framherjin, Zlatan Ibrahimovic, ið skoraði bæði málini fyri Barcelona í fyrra dystinum, er skaddur. Andrés Iniesta er ivasamur og ein avgerð viðvíkjandi honum, verður ikki tikin fyrr enn í seinastu løtu.

 

- Vit spældu væl í fyrra dystinum, men um vit ikki spæla væl í kvøld, so er tað væl møguligt, at vit ikki koma víðari til hálvfinalurnar. Viðvíkjandi Zlatan, so er hann ein týdningarmikil spælari fyri okkum og eg vóni at hann verður klárur aftur sum skjótast, sigur Barcelona venjarin , Josep Guardiola.

 

Arsenal manglar eisini fleiri av lyklaspælarunum hjá sær. Cesc Fabregas, ið er uppvaksin í Barcelona, bleiv skaddur seinast liðini møttust, og er ikki við. Sama er galdandi fyri Andrei Arshavin og William Gallas, ið eisini fór skaddir av vøllinum í fyrra dystinum.

 

- Vit hava vunnið á útivølli kring alt Evropa, men ikki í Barcelona. Vit fáa ikki ein betri møguleika at gera tað enn í kvøld. Eg eri vísur í at vit kunnu vinna í kvøld, hóast við hava nógvar skaðar, sigur Arsene Wengar, venjari hjá Arsenal.

 

Tað eru tveir dystir í Champions League í kvøld. Dysturin millum CSKA Moskova og Inter Milan byrjar kl 17.30. Dysturin á Nou Camp millum Barcelona og Arsenal byrjar kl 19.45.