Skaðarnir hegla oman yvir Arsenal

Arsene Wenger hevur tað ikki lætt fyri tíðuna. Í Champions League fjórðingsfinaluni ímóti Barcelona fekk hann ikki minni enn tríggjar mans skaddar. Tað er nú greitt, at liðskiparin, Cesc Fabregas, ikki fær spælt fótbólt í minst seks vikur.

 

Eisini Andrei Arshavin og William Gallas fóru av vøllinum skaddir í dystinum ímóti spanska stórfelagnum, Barcelona. Gallas er skaddur í umleið tríggjar vikur, meðan tað er verri við Arshavin. Hann er møguliga úti fyri restina av kappingarárinum.

 

- Í løtuni eru vit sum ein herur, ið júst er komin heim frá einum stórum bardaga. Vit hava nakrar skaðar og hava brúk fyri at koma fyri okkum, áðrenn vit fara í tann næsta bardagan, sigur Arsene Wenger við heimasíðuna hjá Arsenal.

 

Arsenal skal í morgin spæla á heimavølli ímóti Wolverhampton, áðrenn teir týsdagin skulu á vitjan í Barcelona í Champions League ørindum.