Skaði á SEV rør í Strandadali

Tollaksmessudag 2002 varð boðað frá, at nógv vatn rann í stríðum streymum oman gjøgnum Strandahaga. Skjótt varð staðfest, at rør vóru gliðin sundur, og tá SEV skrúvaði fyri, var stór eyrskriðja farin við øllum vatninum

Klaksvík:
Tað ber illa til at staðfesta, júst, nær skaðin er hendur, og hvør orsøkin er. Klæmint Weihe, stjóri á SEV, sigur, at áðrenn orsøkin kann staðfestast, mugu teir hava fólk á staðið at kanna skaðan.
- Ikki ber til at siga, um tað er ein steinur, sum hevur ført skaðan við sær, ella um tað eru rør sum eru gliðin sundur, fyrr enn fólk frá okkum hava verið har og kannað eftir, sigur SEV stjórin, Klæmint Weihe.
Hann viðgongur eisini, at arbeiðið við at fáa vatnið at renna í Strandadali hevur verið sera trupult.
Hann vísir samstundis á, at lendið, sum talan er um, er sera óhøgligt at fáast við.
- Men eg sigi ikki, at tað er lendið í hesum førinum, sum er orsøkin til skaðan, tí tað veit eg sum sagt ikki enn. Men tað er ein sannroynd at lendið í Strandahaganum er kent fyri skriður, sigur Klæmint Weihe, og undirstrikar, at orsøkin til skaðan tó ikki er staðfest enn.
Arbeiðið hjá SEV var liðugt í oktobur, og síðani hevur vatnið runnið niðan í Strandadal. Men nú er so fyribils skrúvað fyri.
Fólk hjá SEV hava verið í jólafrí, men nú eru øll farin aftur til arbeiðis, og Klæmint Weihe sigur, at fólk fer á staðið beinanvegin at kanna málið. Og av tí at skaðin ikki er eftirmettur enn, so ber heldur ikki til at siga júst, hvussu umfatandi hann er.
Men býarverkfrøðingurin í Klaksvíkar kommunu, Heri Hammer, sigur, at tey hava leystliga mett, at talan er um einar 10 ? 15.000 kubikkmetrar, sum hava flutt seg við øllum vatninum, sum slapp at renna, áðrenn skrúvað varð fyri. Fyri at vísa, hvussu nógv tað í veruleikanum talan er um, vísir Heri Hammer á skriðjulopið, sum var á Kjølinum í septembur 2000. Tá varð mett, at einir 2.000 kubikkmetrar riðu oman.
Býarverkfrøðingurin hevði, tá Sosialurin tosaði við hann, ikki verið á økinum og sæð, hvussu umfatandi skaðin er. Men hann hevði tó verið í Haraldssundi og hugt yvirum.
- Tað sær í øllum førum ógvusligt út, sigur Heri Hammer og leggur afturat, at tann kommunali leidningurin er heilur enn. Men hann liggur berur.
Býarverkfrøðingurin er heldur ikki greiður yvir júst, hvat er hent í Strandahaganum Tollaksmessudag, men hann tekur undir við Klæmint Weihe, tá hesin sigur, at lendið er sera óreint.
- Tað hava verið sera nógvar skriður í Strandahaganum, men nú má bara bíðast, inntil skaðin er eftirmettur og okkurt ítøkiligt er komið á borðið, sigur Heri Hammer.